Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Sáttligari vøkstur í lønargjaldingunum

Mynd frá kvf uppisjóðarveiða

Í apríl vóru lønargjaldingarnar, árstíðarjavnað, 726 milliónir. Hetta er annar mánaðurin á rað, at lønirnar minka, men minkingin er í mun til, at í februar vóru lønirnar tær hægstu nakrantíð. Samanborið við í fjør eru lønirnar sum heild hægri í ár.

 

Tað hevur verið veksandi útgjald av lønum nú í eitt fýra ára tíðarskeið. Frá vári 2013 til í dag hevur framgongdin sveiggjað frá nærum ongari til stóra framgongd hvønn mánað. Í løtuni er lønarvøksturin meira sáttligur, ein kann siga at talan er um miðal vøkstur, og at gongdin er hóvligari nú, enn hon hevur verið undanfarna ár.

Higartil í ár er vøksturin lægri enn undanfarnu tvey árini

Lønirnar eftir vinnugrein eru ikki árstíðarjavnaðar, so her verður árið higartil samanborið  við sama tíðarskeið árini frammanundan.

Higartil í ár eru lønirnar 2.870 milliónir, 119 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Framgongdin er 4,3%. Undanfarnu tvey ár hevur lønarvøksturin fyrstu fýra mánaðirnar verið yvir 7%, so í ár er vøksturin væl lægri. Verður hugt yvir eitt longri tíðarskeið, so er 4,3 vøkstur tó ein vøkstur sum er á heilt góðari leið.

Byggivinna o.o. tilvirking er tann minsta av teimum høvuðsvinnugreinunum, men higartil í ár hevur byggivinnan havt størsta vøksturin, bæði í lutfalli og í krónum. Byggivinnan hevur higartil í ár útgoldið 386 milliónir í lønum, 39 fleiri enn í fjør, vøksturin er 11,2%.

Tænastuvinnurnar, bæði tær privatu og tær almennu, hava eina javna gongd, og er vøksturin higartil í ár millum 3,4 og 4,5%. Í báðum førum er talan um heilt fittan vøkstur í vinnugreinum, sum annars sveiggja lítið frá ári til árs.

Fiski- og alivinnan hevur at kalla ongan vøkstur í ár. Fram til apríl vøru lønirnar í fiski- og alivinnu 601 mió. kr., 9 fleiri enn í fjør. Framgongdin er 1,5%. Hetta er í fullkomnari andsøgn til undanfarnu tvey árini, tá vøksturin fyrstu fýra mánaðirnar var um 20%.

 

Hýrurnar argaðu í apríl

Lønirnar, skipaðar í vinnugreinar, vísa, at higartil í ár er meira útgoldið í flestu vinnugreinum, men nakrar vinnugreinar hava afturgongd, millum annað fiskiskapur.

Alivinnan hevur í ár eina sera stóra framgongd, higartil í ár eru útgoldnar 119 milliónir, 21 fleiri enn í fjør og framgongdin er eisini 21 í %. Við hesum stóra vøkstri er alivinnan fyri fyrstu ferð farin framum fiskavøruídnaðin, sum higartil í ár hevur útgoldið 118 milliónir, 8 fleiri enn í fjør. Framgongdin, sum er trivalig, er 6,8%.

Stóra vinnugreinin fiskiskapur, har tey sum vinna sær hýru eru í, hevur afturgongd í ár. Higartil í ár  hava hýrurnar verið 342 milliónir, 16 færri enn í fjør, tá tær vóru 358 milliónir. Afturgongdin er 4,3%.

Fiskiskapurin hevur seinastu árini verið fyri broytingum. Fyrr var virksemi eftir árskiftið nakað minni enn restina av árinum, men seinastu tvey árini hevur veiða eftir uppisjóvarfiski broytt hetta. Nú verður nógv meira útgoldið av hýru fyrstu fýra mánaðirnar, og er hetta eisini orsøkin til at vøksturin undanfarin tvey ár hevur táttað í 20%. Í ár hava hýrurnar verði áleið tær somu frá januar til mars, men april argar. Í fjør var apríl heilt óvanliga góður, meðan apríl í ár so, sum hann plagar. Hetta ger, at hýrurnar, sum fyrstu 3 mánaðirnar í ár vóru hægri, nú eru lægri. Enn er tó alt ov tíðliga at siga, hvussu árið fer at hilnast.


Dagførd og útgreinað hagtøl um lønargjaldingarnar eru at finna í hagtalsgrunninum her.

Stutt um árstíðarjavning og trendin

Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.
Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her: