Home Vinnutíðindi Føroya Arbeiðsgevarafelag (FAG) – og felagið Nótaskip.

Føroya Arbeiðsgevarafelag (FAG) – og felagið Nótaskip.

by OML

FAG kom við einum uppáhaldi um eina ógvusliga tillaging av nótaflotanum – úr 20 skipum niður í 7 skip. Tíverri er bara onki hald í hesum.  Har er onki samsvar millum uppáhald og veruleika.  Tvørturímóti.

Sum eg fyrr havi ført fram, so hevur talið av nótaloyvum og -skipum verið óbroytt frá 1994-2017.  Tey vóru og eru framvegis 7 í tali. Tann tillaging, sum í veruleikanum er farin fram, bestendur í, at veiðiorkan í hesum partinum av flotanum er fleirfaldað.  Hetta varð framt áðrenn 2010, tvs. áðrenn uppsjóvarkvoturnar hækkaðu.

Verður roknað eftir somu reglum, sum eru galdandi fyri heimaflotan (LxBxDxHK), so er talan um ein vøkstur upp á umleið 600%.  Tvs. veiðiorkan er seks ferðir størri, enn hon var.

 

Vinnuhúsið hýsir í dag fleiri feløgum, teirra millum felagnum Nótaskip. Sambært heimasíðuni hjá Nótaskip umboðar felagið skip, ið eru knýtt at trimum samtøkum – P/f Varðanum, P/f Christian í Grótinum og P/f Framherja. Umboð úr hesum trimum samtøkum manna nevndina í felagnum.

Stjóri í felagnum Nótaskip er fyrrverandi kringvarpsstjórin, Jógvan Jespersen.  Sum stjóri í felagnum skal hann sjálvandi røkja áhugamálini hjá limunum.

Sum stjóri í felagnum Nótaskip hevur Jógvan Jespersen verið sera sjónligur tey seinastu árini. Hann hevur m.a. gjørt nógv burtur úr at kunna um sína fatan og og sína útlegging (og harvið felagsins fatan og útlegging) av faktuellum viðurskiftum í vinnuni. Jógvan Jespersen hevur soleiðis í fleiri førum verið frammi í miðlunum og víst á ta sokallaðu tillaging, sum limir felagsins sjálvbodnir hava framt – og sum FAG endurtekur.

Ongin kann lasta Jógvan Jespersen ella limirnar í felagnum Nótskip fyri at røkja síni áhugamál fyri at fáa sum mest burturúr.  Tað er sjálvt endamálið við felagnum og tískil teirra uppgáva og skylda.

Hinvegin: tá ið eitt felag sum FAG í hesum føri fer at virka sum forlongt talirør og málgagn fyri felagið Nótaskip, sum ikki er limur FAG – uttan at FAG so frægt sum kannar eftir, um tað, sum verður borið fram á torg, er faktuelt rætt ella ikki – tá er tað sera ódámligt.

Tá ið FAG so samstundis kemur við einari tilráðing, um hvussu ein nýggj fiskivinna skal skipast, har FAG beinleiðis mælir frá fríari kapping og leggur upp til, at atgongdin til tilfeingið skal halda fram óbroytt, ímóti at mynduleikin skal brandskatta óvanligan vinning, so tykist okkurt at vera spinnandi galið.

Eg hevði væntað, at FAG fór at at koma við einum svari, sum bæði var ein rættleiðing til mín og ein dokumentatión fyri, hvørji 20 skip talan ítøkiliga var um, sum sambært FAG vóru blivin til 7 skip.

Eg rokni við, at Jógvan Jespersen – í tann mun mín uppgerð ikki er røtt – fegin vil og kann hjálpa FAG við at dokumentera, hvørja tillaging nótaflotin hevur gjørt frá 1994 til 2017.  FAG og Jógvan Jespersen húsast undir somu lon, so tað skuldi verið lagamanni at avgreitt hetta bæði skjótt og væl.

Um FAG ikki klárar at standa inni fyri sínum egna uppáhaldi, so er betur beinanvegin at viðurkenna ein feil, heldur enn at verja ella tiga burtur eina lodrætta lygn. Øll kunnu taka feil.

Um so verður, at FAG hvørki dokumenterar ta sokallaðu tillagingina, sum tvíhildið verður um, ella viðurkennur at felagið alment er komið fram við skeivum upplýsingum, so má spurningur setast við trúvirðið hjá felagnum í allari almindiligheit. Og ikki minst má spurningur setast við, hvør boðskaburin hjá FAG veruliga var/er í hesum máli – og hvørjum endamáli hann tænti/tænur.

At FAG missir trúvirði, vildi verðið stórt spell. Tí Føroyar hava brúk fyri, at FAG úttalar seg sakliga og við nærlagni – við væl undirbygdari dokumentatión, øllum vinnugreinum at frama.

Vh

Meinhard Jacobsen,

fyrrverandi nevndarlimur í FAG

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.