Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Styrkja umdømi Føroya

Savnsmynd 24.fo

Føroyar skulu hava eitt betri umdømi innan altjóða skipaskráseting. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur tí lagt uppskot fyri Løgtingið, sum hevur við sær, at bert reiðarí, ið eru skrásett í Føroysku FAS skipanini, kunnu fáa skattaafturbering. Her kann leggjast aftrat, at reiðarí, ið eru skrásett í skipanum uttanlanda, eisini skulu skrásetast í Føroysku FAS skipanini, um hesi skulu fáa skatt afturgoldnan.

Í dag kunnu reiðarí, ið leiga skip uttan manning, fáa skatt afturgoldnan, eisini hóast skipini ikki eru skrásett í FAS skipanini. Hetta verður nú broytt.

Broytingin hevur við sær, at reiðarí framyvir ikki kunnu fáa skattin endurgoldnan, sum er goldin av manningunum á hesum skipum, ið reiðaríini hava leigað uttan manning (bare-boat leiga) um hesi skip ikki eisini eru skrásett í FAS.

“Føroyar skulu hava eina kappingarføra skipaskrá og skattaskipan við góðum altjóða umdømi. Eri tí fegin um, at vit nú fremja hesa broyting, ið fer at styrkja okkara umdømi innan altjóða skipaskráseting at betra skattaskipanina og økja kappingarførið hjá FAS”, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

Umleið 35 skip eru skrásett undir sokallaða SkattaFAS sambært “Álitinum um Sjóvinnu”. Umleið 2/3 av skipunum hoyra til reiðarí við heimstaði í Føroyum og 1/3 til reiðarí við heimstaði í útlandinum. Mett verður, at skipini fingu umleið 50 mió. kr. afturbornan skatt í 2015.

Lógaruppskotið hevur verið til hoyringar hjá vinnuni og alment. Sum heild er undirtøka fyri lógarbroytingini, tó við ynski um nakrar skiftisreglur. Lógaruppskotið hevur tí eisini nakrar skiftisreglur, sum tryggja, at reiðaríini fáa møguleika at tillagað sítt virksemi til nýggju treytirnar.

Lógaruppskotið kann lesast her.

FAKTABOKS
  • Føroyska Altjóða Skipaskráin (FAS) varð sett á stovn í 1992. Skipanin varð sett í verk til tess at farma- og ferðafólkaskip, ið tá vóru skrásett undir føroyskum flaggi, ikki skuldu flagga út og fara at sigla undir øðrum flaggi.

 

  • Bæði FAS-lógin og skattareglurnar um FAS (skattalógin og ásetingarlógin) eru síðani broyttar fleiri ferðir.

Tilvildarlig savnsmynd Tórshavn 24.fo