Gróðurin á føroyska landgrunninum er byrjaður, men hann kann vera torførur at síggja, av tí at plantuæti er sera smáar verur. Hetta skriva Havstovan á heimasíðuni.
Men í góðveðrinum í gjár sást gróður fram við landi sum hvítt skúm. Hesin gróðurin er av slagnum Phaeocystis, sum er ein flagellatur. Phaeocystis er serlig við tað at hon livir í felag, tvs. at fleiri halda saman. Tá nógv er til av hesum slagnum, sæst hetta sum ein hvít skúmrond fram við landi. Hetta plantuætið er vanligt við Føroyar hesa ársins tíð.
Stutt filmsupptøka av “skúmi” fram við Stykkinum sæst her. og fuglateljing frá YouTube er eisini við í filmbrotinum: