Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Langtíðarsemjan – stovnsrøkt – politisk útveljan ?

Savnsmynd 24.fo

Eins og fyrr er víst á – og m.a. dokumenterað av embætisfólki í Fiskimálaráðnum í LUM máli: nr. 200100004 – so eru fiskirættindini óheft av fiskiførum, men eru harafturímóti knýtt at einstøku skipaeigarunum, t.e. persónum og feløgum.

Somuleiðis er víst á – og m.a. dokumenterað av embætisfólk í Fiskimálaráðnum í Løgtingsmál nr. F-2/2012, síða 9-10 – at “toskafiskiskapurin á Flemish Cap og makrelurin í føroyskum sjógvi eru dømi  um nýggjan fiskiskap, har eingin kann vísa á meira søguligan rætt enn onnur”.

Støðan í 2010/11 var sostatt tann, at

Vitan um kollapsaðu toska- og hýsustovnarnir og nýggja uppisjóvartilfeingið í føroyskum sjógvi var tøk hjá makrelsamgonguni at taka støðu út frá í 2011, tá ið teir – eftir trilvandi byrjanina í 2010 – fór undir at skipa atgongdina til nýggja tilfeingið við kunngerðum í 2011. Leisturin, sum makrelsamgongan legði í 2011 bleiv nýggja grundarlagið at deila eftir og hevur verið tað síðani.

Kaj Leo Holm Johannesen, Jóannes Eidesgaard, Høgni Hoydal og Poul Michelsen høvdu í 2011 ein gyltan søguligan møguleika fyri at fáa veiðitrýstið eftir toski og hýsu avmarkað, soleiðis at talan frameftir var um burðadygga botnfiskaveiðu. Hettar kundi verðið gjørt við at flyta feløg úr toska- og hýsufiskiskapi yvir í uppisjóvar- ella annan fiskiskap.

Í tann mun eitt veruligt ynski var um at fylgja endamálinum í lóginum og raðfesta stovnsrøkt av føroysku høvuðsfiskasløgunum frammanlaga, so vóru í 2011 uml. 120.000 tons av ikki-søguligum tilfeingi tøk at útluta. Ein flytan av feløgum úr botnfiskiskapinum yvir í uppisjóvarfiskiskap kundi lættliga latið seg gjørt og hevði verið ein sokallað win-win støða fyri allar partar.

Men stovnsrøkt og burðadygg veiða hevði onga raðfesting í 2011. Langtíðarsemjan segði, at um 5 ár skuldi øll veiða verða burðadygg, men burðadyggi parturin av langtíðar-semjuni var de facto útskotin í 5 ár, eftirsum at botnfiskaflotin/feløgini vórðu fasthildin í troytan av kollapsaðum fiskastovnum. Gylti win-win møguleikin hjá makrelsamgonguni glapp teimum hervið av hendi.

Av nýggja tilfeinginum í føroyskum sjógvi avráddu Kaj Leo, Jóannes, Høgni og Poul í 2011 av sínum eintingum – og uttan at grundgeva fyri sínum avgerðum – at bróðurparturin skuldi tillutast teimum persónum og feløgum, sum miðvíst høvdu mótarbeitt, at føroyingar skuldu krevja størri uppisjóvarrættindi.

Í sama andadrátti bleiv húkaflotin/-feløgini sendur til fiskiskap undir Føroyum eftir toski og hýsu, sum sambært Havstovuni ikki skuldu troytast, tí stovnarnir vóru staðfestir kollapsaðir. Kollapsað tilverugrundarlag ella ikki – húkaflotin/-feløgini/-manningarnr skuldu sambært Kaj Leo, Jóannes, Høgni og Poul so ongan ágóða hava av nýggja tilfeinginum, sum var komið inn á sjálvt heimabeitið hjá heimaflotanum.

Seks ára oyðimarkargongd hevur valdað hjá teimum aktørum, hvørs tilverugrundarlag varð tengt at føroyskari toska- og hýsuveiðu. Ongantíð er minni komið uppá land av hesum fiskasløgum enn tað sama, og í hesi 6 árini hava fleiri feløg/fiskifør givið skarvin yvir ella givið seg upp til tey feløg, ið m.a. makrelsamgongan útvaldi til nýggja tilfeingið.

Enn fyriliggur einki tilfar, sum grundgevur fyri støðutakanina hjá makrelsamgonguni í 2011 – bert tað, at summir persónar og feløg skuldu hava og aðrir ikki. Haldi at tað hevði verið hóskandi, um Kaj Leo, Jóannes (Aksel), Høgni og Poul komu við grundgevingunum fyri politisku avgerðunum í langtíðarsemjuni.

Leisturin frá 2011 (langtíðrsemjan), sum er í andsøgn við kjarnuendamálini í lógini um vinnuligan fiskiskap (burðardygd), reisir fleri spurningar enn tær svara, m.a.

Gjørd gerð fær onga vend, men vit mugu royna at læra av søguni, soleiðis at vit ikki gera tey somu mistøkini umaftur. Um søguliga gongdin ikki verður viðgjørd og eftirmett, so læra vit einki av henni.

Av góðum grundum vita vit ikki, hvørjar eftirmetingar, ið Aksel, Høgni og Poul hava gjørt av teirra leisti frá 2011. Men upplagt hevði verið at spurt, um 2011-leisturin var heppin, og brúkt svarið sum útgangsstøði fyri tí, ið koma skal. Og sama hvat eftirmetingin vísur, og sama hvør politiska loysnin verður – í báðum førum mugu borgarar landsins kunna rokna við sakligum grundgevingum.

Meinhard Jacobsen. Msc. Fiskivinufrøði.

Tilvildarlig savnsmynd: 24.fo