Home VinnutíðindiFiskivinna Hvør skal fáa – Anfinn ella Jóhannus ?

Hvør skal fáa – Anfinn ella Jóhannus ?

by OML

Havi víst á og dokumenterað, at søgulig fiskirættindi í lógini liggja hjá persónum og feløgum, óheft av fiskiførunum. Tískil liggja fiskirættindi hjá felagnum Sp/f Gulenni og ikki á fiskifarinum Tummas T, hjá P/f HKO og ikki á fiskifarinum Vesturhavinum, hjá Sp/f Ågot og á ikki fiskifarinum Ågot osfr.

Havi eisini víst á og dokumenterað, at toskarættindini á Flemish Cap og makrelurin í føroyskum sjógvi var ikki søguligt tilfeingi. Talan var um nýtt tilfeingi, sum einki felag hevði meira søguligan rætt til enn onnur.

Munurin millum søguligt og nýtt tilfeingi er tann, at meðan landsstýrismaðurin bert útskrivar fiskiloyvir til søguliga tilfeingið (tað bleiv knýtt at feløgum í 1994), so bæði útlutar og útskrivar landsstýrismaðurin fiskiloyvir til nýtt tilfeingi.

Hava somuleiðis víst á, at søguliga føroyska makreltilfeingið 2000-2009 var uml. 30.000 tons, harav føroysk feløg áttu uml. 15.000 tons, sum landsstýrismaðurin útskrivaði fiskiloyvir til á hvørjum ári.

Í 2011 – eftir at 30.000 tons vóru farin burturav – var talan um, at landsstýrismaðurin í øllum førum hevði 120.000 tons av nýggjum makreltilfeingi í føroyskum sjógvi, sum skuldi útlutast. Landsstýrismaðurin skuldi tískil útluta atgongd til virðir fyri 750-850 milliónir krónur til persónar og feløg. Havast skal í huga, at hetta eru árligar upphæddir.

Sum perspektivering pr. íbúgva, so svarar hetta til, at danskir myndugleikar høvdu útlutað 12 milliónir tons árliga, svarandi til 75-85 milliardir krónur ella svarandi til uml. 125 ferðir árliga blokkstuðulin úr Danmark. Rokni ikki við, at danir høvdu útlutað atgongd til árligar upphæddir av hesi stødd uttan við greiðum lógarheimildum og sakligum atlitum.

Høvuðsendamálið við lógini um vinnuligan fiskiskap, sum kom í 1994, var at verja føroyskt botnfiskatilfeingi, serliga høvuðsfiskasløgini tosk, hýsu, upsa og kongafisk. Fyri fyrstu ferð nakrantíð tilmælti Havstovan í 2010 at steðga allari toska- og hýsuveiðu, eftirsum hesir stovnarnir sambært Havstovuni vóru staðfestir at vera kollapsaðir.

Tað vil siga, at Kaj Leo, Høgni, Jóannes og Poul vóru fullgreiðir yvir aktuellu støðuna í føroyskum sjógvi – øðrumegin kollapsaðir og hinumegin eksploderaðar fiskastovnar samstundis – tá teir í 2011 settu seg saman at gera langtíðarsemjuna, sum skuldi verða grundarlagið undir framtíðar føroyskari  fiskivinnu.

Útlutanin gav de facto 6 samtøkum (limunum í Felagnum Nótaskip) meginpartin. Umframt tey uml. 15.000 tons, sum var søguligu nøgdin hjá hesum feløgum, fingu tey meginpartin av restini við heilt serligum treytum (eginkvotur) samstundis sum limirnir í t.d. Felagnum Línuskip – hvørs tilverugrundarlag var staðfest kollapsað – de facto heilt vóru hildnir uttan fyri býtið.

Tá fiskirættindi hoyra til persónar og feløg og ikki fiskifør (eisini tey fiskirættindi, sum myndugleikin sambært lógina útlutar fyribils og avmarkað fyri eitt ár í senn, so er í roynd og veru talan um, at myndugleikin velur út persónar og feløg (og ikki fiskifør) – tvs. avger, hvørjir persónar skulu hava og hvørjir ikki skulu hava.

Alt meðan limirnir í Felagnum Línuskip sluppu og eru slopnir at sigla sín egna sjógv – avmarkaðir til at troyta eitt kollaðsað tilfeingi, sum hvørki leyk endamálini í lógini um lívfrøðiliga ella búskaparliga burðadygga veiðu – so genereraðu politiskt úvaldu feløgini yvirskot, sum eingin fyrr hevur sæð fyrr í Føroyum.

Eingin grundgeving er komin frá Kaj Leo, Jóannesi (Akseli), Høgna og Poul (og øllum eftir teir), hví ávísir persónar og feløg vóru vald út og onnur ikki. Hvar var atlitið til lívfrøðina og hvar var atlitið til endamálið í lógini, tá ið leisturin til langtíðarsemjuna varð lagdur í 2011 og sum landsstýrismenn síaðni hava hildið seg til?

Um nøvn verða sett á nakrar av persónunum (sum sambært Fiskimálaráðnum sjálvum vóru eins stillaðir), so er torført at fáa eyga á hvørjar grundgevingarnar eru fyri at geva nøkrum og ikki øðrum.

Eitt upplagt dømi kann takast í tveimum skyldmonnum, ið hava rættliga nógv til felags. Skyldmennirnir eru Annfinur Olsen og Jóhannus M. Olsen, teir eru systkinabørn. Feðgarnir eru ávikavist Jógvan Ingvard Olsen og Alfred Olsen, báðir fyrrverandi løgtingsmenn hjá sambandsflokkinum. Anfinn átti fiskirættindi í Barentshavinum, til uppisjóvarfisk og til botnfisk í føroyskum sjógvi. Jóhannes átti fiskirættindi til botnfisk.

Meðan Kaj Leo, Jóannes, Høgni og Poul við langtíðarsemjuni settu hurðina á víðan vegg fyri Anfinni í sambandi við nýggja tilfeingið, so bleiv hurðin í roynd og veru stongd fyri Jóhannusi. Talan var de facto um, at Johannis bleiv noktaður alla atgongd.

Í dag er støðan tann, at Anfinnur eigur uppaftur fleiri fiskirættindi enn tey, hann átti, ímeðan Jóhannus eingi rættindi eigur longur. Øktu rættindini hjá Anfinni stava ikki bert frá tí, hann fekk við býtinum í langtíðarsemjuni. Hesi rættindi hava eisini gjørt tað møguligt hjá honum at sanka í løður, so hann bæði hevur kunnað keypt ella yvirtikið onnur rættindi  og hevur kunnað trimmað seg til at keypa á uppboðssølu í sokallaðu nýskipanini. (flestu rættindini hjá Jóhannusi eru avhendað til Anfinn).

Kenni ikki ítøkiligu umstøðurnar fyri hesum avhendingum, men meðan virðini hjá Anfinni øktust munandi m.a av gávuni, sum var pakkað inn í langtíðarsemjuna, so minkaðu virðini hjá Jóhannusi, tí honum de facto bert var loyvt at fiska av kollapsaðum fiskastovnum, sum ikki høvdu givið íkast til feløgini seinastu árini. Langtíðarsemjan skrivaði Jóhannus út úr søguni, og vit kunnu ikki fáa at vita, hvussu hann hevði megnað eina tillaging við einari tillutan sum henni, ið fall systkinabarninum í lut.

Limirnir í Felagnum Línuskip søktu myndugleikan um kreppuhjálp í 2009.

Hvørt tað var tilætlað ella ikki, so hevði politiska til- og frávali av feløgum við leistinum í langtíðarsemjan sostatt tann virknað, at skundað varð undir eigaraskifti í teimum feløgunum, sum høvdu rættindini at fiska botnfisk undir Føroyum.

Spurningurin má kunna setast: hví fingu Anfinn og Jóhannus ikki somu viðferð frá Kaj Leo, Jóannesi, Høgna og Poul? Hevur Jóhannus fingið nakra grundgeving fyri, hví at hann einki skuldi hava, tá ið nú hann og Anfinn í útgangspunnktinum vóru eins stillaðir …?

Anfinn og Jóhannus eru ikki nakað eindømi. Havi sett upp ein stuttan lista við nøkrum persónum, ið eg meti hava fingið ymiska viðferð. Listin vísir ikki eitt samlað yvirlit, men bert nøkur dømir um persónar, ið vóru viðgjørdir ymiskt. Eg veit av góðum grundum ikki, um hesir persónar hava fingið nakra nøktandi frágreiðing um teirra tilluting, men onki hevur verði frammi alment um hetta.

Persónarnir, sum verða nevndir, mugu bera yvir við mær, um teir halda seg verða plaseraðar í skeivan bólk ella als ikki eiga at verða nevndir. Hetta er bert ein meting, hvar ið eigarar av nótarættindum og barentshavsrættindum eru teir, ið verða mettir at hava fingið relativt nógv og hinir persónarnir relativt lítið og einki hava fingið.

 

Tilvaldur Frávaldur Frávaldur Grundgeving
Anfinn Olsen Líggjas Johannesen Bethuel Johannesen ?
Thorstein Mar Baldvinson Hjaltur Poulsen Eyðstein Poulsen ?
Grímur Lassen Óli Lassen ?
Jákup Jacobsen Eyðálvur Vang Jonhard á Regni ?
Tummas Thomsen Magnus Johannesen Sámal Debes ?
Bjarni Kass Tummas Hendriksen ?
Kristjan Martin Rasmussen Johannes M. Olsen Johan Joensen ?
Theodor Poulsen Kjartan Poulsen ?
Hanus Hansen Hálvdan Haldansen Hans Andrias Poulsen ?
Diek Parlevliet ? Dánjal í Skálum Birgir Simonsen ?
Marner Lisberg Jákup Pauli Hammer ?
Mikkjal Hammer Hans í Líðini ?
Hálvdan Gudmundsen Eyðvar Petersen ?
Bjarki Magnussen Tummas Christophersen ?
Sólei í Selvindi Bjarni Petersen ?
Osv Osv Osv ?

 

Tá eitt alment starv verður lýst leyst og ein umsøkjari fær avslag, so hevur viðkomandi krav uppá grundgevingar fyri, hví hann ikki fær starvið. Hevði tað tí ikki verið rímuligt, at Jóhannus og aðrir við honum fáa eina kvalifiseraða grundgeving fyri, hví teir ella teirra feløg vóru vald frá og harvið heilt ella partvís hava verið noyddir at avhenda síni søguligu rættindi til teir, ið blivu útvaldir.

Roknaði við, at Aksel V. Johannesen, Høgna Hoydal og Poul Michelsen sum tað fyrsta fóru at eftirmeta avleiðingarnar av langtíðarsemjuleistunum, og í tann mun feilir vórðu staðfestir, at so  hesir blivu rættaðir beinanvegin.

Setti eisini mína vón til og hevði væntað, at Aksel V. Johannesen, Høgna Hoydal og Poul Michelsen, ið fóru til val uppá at fremja veruligar broytingar í fiskivinnuni eftir 2018, fóru at liva upp til sínu lyftir.

Frá 1. januar 2018 er støðan í grundini tann, at allir borgarar í landinum í útgangsstøðinum eru líkastillaðir (øll loyvir uppsøgd) og allir borgarar í landinum hava tískil sama rætt til atgongd at troyta føroyskt tilfeingi í havinum. Gjørd gerð fær onga vend, og avgerðin í 2011 kann ikki gerast til einkis. Harfyri er ikki sagt, at tað ikki ber til at bøta um skaðan og rætta íkomnu skeivleikarnar sum frægast.

Í lógaruppskotinum, sum nú liggur í vinnunevndini bendir tíverri einki á, at allir borgarar verða stillaðir eins, tvørturímóti. Diskriminerinandi leisturin hjá makrelsamgonguni frá 2011 er óbroyttur: talan er um, at ognarskapurin de facto verður staðfestur og teir fáu frávaldu, ið enn hava hórað undan, verða nú noyddir til heilt at geva skarvin yvir ella at geva seg upp til teir, sum dugdu at tillagað seg – og endurtaka tillagingarlygnina so ofta, at hon er vorðin mestsum almennur sannleiki.

Til Johannus og hansara líkar er einki at heinta – teirra eftirmæli verður, at teir dugdu ikki at tillaga seg … sum býarfútin segði í ævintýrinum ‘Hun duede ikke’ hjá H.C. Andersen: “tað var gott at vit sluppu av við hana, tí eingin dugur var í henni”

Meinhard Jacobsen. Msc. Fiskivinnufrøði.

Tilvildarlig savnsmynd 24.fo

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.