Home Tíðindir Yvir 1.000 fleiri gistandi í ferðavinnuni fyrsta ársfjórðing 2017

Yvir 1.000 fleiri gistandi í ferðavinnuni fyrsta ársfjórðing 2017

by OML

Tað vóru 21.395 gistingar í ferðavinnuni fyrsta ársfjórðing í ár. Tað eru 1.058 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør og 930 fleiri enn sama tíðarskeið fyrra árið, tá sólarmyrkingin var. Havast skal eisini í huga, at í fjør vóru páskini í mars, men í ár vóru tey í apríl og sostatt uttan fyri fyrsta ársfjórðingin. Hetta skrivar Hagstova Føroya » 09. juni 2017

Tríggir fjórðingar av gistingunum áttu ferðafólk úr Føroyum og Danmark, men størsti vøksturin var hjá ferðafólki úr Íslandi. Verður hugt eftir gistingarhátti, var bert vøkstur hjá gistingarhúsum, meðan stór minking var í leigu av íbúð/húsi og í kamping.

Tað vóru 6.042 innskrivingar av persónum, sum er ein vøkstur á 1.290 í mun til sama tíðarskeið í fjør. Her er myndin tann sama: vøkstur er hjá gistingarhúsum, meðan afturgongd er fyri hinar gistingarhættirnar, ból og bita, leigu av íbúð/húsi og kamping.

Verður hugt eftir bústaðarlandi, hagani fólkini koma, var nógv størsti parturin, 43%, føroyingar sjálvir og 33% ferðafólk úr Danmark. Nógv størsti vøksturin var frá fólki úr Ísland og størsta minkingin úr Bretlandi.

Tað er vert at hava í huga, tá man samanber gistingar og gestir fyrstu ársfjórðingar 2015-17, at tað var ein óvanliga stórur vøkstur í ferðavinnuni í 2015 í samband við sólarmyrkingina í mars tað árið. Eisini skal gerast vart við, at hendan uppgerðin av gistingarhagtølum ikki fevnir um tann gistingarháttin, ið verður nevndur ‘Airbnb’, tí Hagstovan hevur ikki atgongd til upplýsingar um gistingar av hesum slag.

Mánaðarliga er tað ein javnur vøkstur ár fyri ár, síðan ársbyrjan 2013, tá farið varð undir at innsavna hagtøl um gistingar kring landið. Árini 2016 og 2017 halda sama støðið sum merkisárið 2015, tá tað sum sæðst var serliga stórur vøkstur í mars í samband við sólarmyrkingina.

Flestu gistingar hjá føroyingum sjálvum
Fyrsta ársfjórðing áttu føroyingar 43% av gistingunum og danir 33%. Hini Norðanlondini eiga 13% av gistingunum, meðan 8% eru úr øðrum europeiskum londum uttan fyri Norðurlond. Síðani er eitt langt lop niður til teirra, ið koma úr londum uttan fyri Europa, t.e. Asia, Amerika, Kyrrahavslond og Afrika við tilsamans 3%. Býtið fer tó allarhelst at broytast, tá komið er út á summarið, tá parturin av gistingum hjá føroyingum vanliga minkar í tali og økist hjá útlendingum.

Í talvuni niðanfyri eru gistingar býttar eftir einstøkum londum, har ferðafólkini búgva. Umframt úr Føroyum og Danmark, ið sum nevnt eru langt ovast, koma tey serliga úr Noregi og Íslandi, Týsklandi og Svøríki.


Tveir triðingar av ferðavinnugistingum vóru í Suðurstreymi
Tað vóru eisini umskaringar í gistingartølunum millum Suðurstreym og Føroyar annars: 2.542 fleiri  í Suðurstreymi og 1.484 færri uttan fyri Suðurstreym. Tá talan er um talið av gestum, t.v.s. innskrivingum, er tó lutfalsliga javnt stórur vøkstur í báðum økjum.

Av samlaða talinum av gistingum vóru tveir triðingar Suðurstreymi.


90% av gistingum í Suðurstreymi í gistingarhúsi – 82% í Føroyum annars
Verður hugt eftir gistingarhátti er ikki stórur munur á Suðurstreymi og Føroyum annars. 90% av øllum gistingum í Suðurstreymi vóru á gistingarhúsi, samanborið við 82% í Føroyum annars. Nógv størsta broytingin er stóra minkingin í kamping í Føroyum annars, sum minkaði niður í ein fjórðing. Møguliga kann tað hava nakað við tað at gera, at páskini í fjør vóru í mars men í apríl í ár.

Ymisk gongd fyri tal av gistingum og tal av gestum
Samanlagt hava gistingarhús 2.052 fleiri gistingar enn sama tíðarskeið í fjør. Av hesum 1.814 fleiri í Suðurstreymi, svarandi til ein vøkstur á 17%, og 238 fleiri uttan fyri Suðurstreym, svarandi til 4%.

Tá tað snýr seg um tal av innskrivaðum gestum var lutfalsliga javnt stórur vøkstur í Suðurstreymi við 16% og Føroyum annars við 14%.

Í miðal gista ferðafólk 2,2 nætur
Út frá upplýsingum um tal av gistingarnætrum og um tal av innskrivingum, ber til at rokna eitt miðaltal fyri, hvussu nógvar nætur hvør persónur gistir. Hetta sæst í talvuni niðanfyri. Fyri allar Føroyar gisti hvør persónur í miðal 2,2 nætur, nakað styttri enn sama tíðarskeið í 2016, har miðaltalið var 2,4 nætur. Longst gista fólk, sum leiga íbúð ella hús, har miðaltalið er 4,8 nætur fyri alt landið.

Hvat er ein gisting og ein innskriving
Viðvíkjandi uppgerðarháttinum, so verður ein gisting tald sum hvør einstøk nátt, ið ein persónur gistir á gistingarstaði, ið skrásetir og letur Hagstovuni upplýsingar um gistingar. Í hagtølunum eru eisini innskrivingar, t.e. tal av fólki, sum skriva seg inn í gistingarhús, íbúð og hús, kamping ella ból og bita. Sum nevnt ber ikki til hjá Hagstovuna at fáa upplýsingar um gistingar umvegis ‘Airbnb’, heldur ikki ábendingar um, hvussu nógv hesin gistingarháttur vindur uppá seg og skeiklar myndina av gistingarvinnuni í Føroyum.

 

Dagførd og útgreinað gistingarhagtøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.