Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Kann onki fáa frið uttanfyri høvuðsstaðin?

Komandi vetur fara umleið 100 næmingar at ganga á tøknibreyt á Tekniska Skúla í Klaksvík, sum hevur kunnað bygt upp hetta væl virkandi miðnámstilboð, júst tí at alt landið er upptøkuøki. Landskassin hevur gjørt íløgur fyri tíggjutals milliónir í hesar karmar, ið svara ógvuliga væl til samlaða næmingargrundar­lagið í landinum, og tí er tað burturvið og ógvuliga hugstoytt at frætta, at nú vilja kreftir í miðstaðarøkinum skapa eina óneyðuga og útreiðsluskapandi dupultfunktión við eisini at bjóða júst sama undirvísingartilboð har.

Føroyska samfelagið hevur gjørt og ger framvegis íløgur fyri samanlagt milliarda upphæddir í undirsjóvartunlar og eitt framúr gott veganet, sum ger, at m.a. klaksvíkingar kunnu ganga í skúla t.d. á Kambsdali og í Havn.

Hetta framúr góða samferðslunetið ger tað møguligt hjá okkum at byggja hetta samfelagið út sum eitt heilt land – heldur enn sum bara ein avmarkaðan bý – har nøkur tilboð kunnu verða staðsett í einum býi og onnur tilboð í øðrum býum.

Tað góða við øllum hesum milliarda samferðsluíløgum er nevniliga, at allir tunlar, vegir og bussar føra báðar vegir – tvs. ikki bara til Havnar, men eisini úr Havn og til eitt nú Klaksvíkar – men hetta tykjast nakrar av kreftunum í høvuðsstaðnum ikki at hava fingið við … enn.

 

Álop við ósannindum í Kringvarpi Føroya

Leygardagin á middegi fingu vit tíverri enn eitt dømi um hesar kreftirnar, sum ikki klára at liva við, at nakað liggur uttan fyri eingjargarðarnar hjá teimum, uttan at tað má og skal eisini setast á stovn í Havnini.

Stjórin á Glasi hoyrdist hendan leygardagin í almenna útvarpinum siga: “… vit hava slettis ikki møguleika at taka næmingar frá teimum [Tekniska Skúla í Klaksvík]. Vit hava tvey upptøkuøkir í Føroyum, so um vit bjóða tøknibreytina út í Havn, so er tað bara hesi her 5-600 ungu í Havn og Suðurstreymoy, sum fáa hetta her tilboðið, sum í dag ikki fáa tað“!

Og víðari segði stjórin: “… tað er ikki rímiligt, at hesi her 5-600 ungu í syðra upptøkuøki ikki fáa tað tilboðið [tøknibreytina]. Hví skulu tey bara fáa eitt bókligt, gymnasialt tilboð? Tað er ikki rímiligt”!

Hesar upplýsingar, sum stjórin á Glasi óátalaður slapp at bera fram í almenna kringvarpinum leygardagin, eru beinleiðis ósannar, tí tá ið tað kemur til tøknibreytina, sum verður bjóðað á Tekniska Skúla í Klaksvík, og til tilfeingisbreytina, sum verður bjóðað í miðnámsskúlanum í Vestmanna, so eru Føroyar eitt og sama upptøkuøki, tvs. allir føroyingar kunnu søkja inn á hesar breytir!

Bjørn Kalsø, løgtingsmaður, gjørdi eisini beinanvegin stutt eftir middag leygardagin vart við hesi ósonnu tíðindi og greiddi í almennum brævi frá rætta samanhanginum, men hóast hetta, so hevur Kringvarp Føroya í skrivandi stund ikki enn rættað hesi ósonnu tíðindi, sum enntá framvegis standa óbroytt á kvf.fo. Hetta er ikki nøktandi og als ikki objektivur tíðindaflutningur.

 

Klaksvík er ein spennandi skúlabýur

Føroyar eru eitt land, sum fevnir um meira enn bert tann eina býin, og har eisini tann næst størsti býurin í landinum, Klaksvík, er ein spennandi skúlabýur við fleiri skúlatilboðum og einum væl virkandi miðnámsdepli, ið somuleiðis bjóðar góðar gistingarmøguleikar til næmingar av bygd og úr bý.

Í góðum samstarvi við landsmyndugleikarnar gera vit sum kommuna okkara ítarsta til at víðarimenna hendan spennandi partin av kommunu okkara, og hugaligt er at síggja, hvussu tað er eydnast at menna ymsar partar av skúlalívinum her í býnum.

Millum mongu útbúgvingarnar, sum verða bjóðaðar næmingum her í Klaksvík, eru eisini nakrar serligar, sum eru blivnar bygdar upp og mentar her. Millum hesar kunnu eitt nú nevnast Húsarhaldsskúli Føroya, Trygdarskeiðið fyri føroyskar sjómenn, sum Sjónám í dag bjóðar, og so hendan tøknibreytin, sum tað er eydnast at byggja upp, so hon komandi vetur fer at fevna um íalt umleið 100 næmingar á Tekniska Skúla í Klaksvík.

Hetta hava næmingar úr øllum landinum eisini roynt seinastu nógvu árini, og tað hevur ikki víst seg, at nakar av teimum sunnan av landi hevur tikið skaða av nøkrum góðum skúlaárum í Klaksvík – heldur tvørturímóti – og sama kann eisini sigast um teir mongu klaksvíkingarnar, sum hava gingið í skúla í Havn.

 

Innilig áheitan á landsstýri og løgting

Seinastu tíðina hava vit sum lokaløki – og her hugsi eg bæði um Eysturoynna og Norðoyggjar – kent okkum at vera fyri álopi á vinnuøkinum, av tí at Føroya Landsstýri arbeiðir við einari fiskivinnunýskipan, sum í verandi líki kann fara at raka okkum meint.

Tí kennist hetta álopið, sum er gjørt í samráð við landsstýriskvinnuna, sum steinur oman á byrðu, og eg vil heita staðiliga á okkara fólkavaldu, sum í dag manna Føroya Landsstýri og Føroya Løgting, um ikki at lata henda ágang sær lynda.

Umframt risaútbyggingar av okkara landsveganeti, hevur landið gjørt tíggjutals millióna íløgur í Tekniska Skúlan í Klaksvík, sum hevur brúkt fleiri ár at byggja upp og menna hetta vælvirkandi, landsumfatandi skúlatilboð, og tað verður bara til skaða og ein dýrkandi dupultfunktión, um aðrir skúlar í landinum nú skulu sleppa at kopiera og spjaða kreftirnar á hesum í dag sera væl virkandi øki.

 

Klaksvík, 12. juni 2017

Jógvan Skorheim, borgarstjóri og stýrislimur í TSK