RÍKISFUNDUR: Fundurin verður hildin á Christiansø, ein lítil oyggj uttanfyri Bornholm.
Árligi ríkisfundurin millum stjórnarleiðararnar í ríkisfelagsskapinum verður mikudagin.
Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri Danmarkar, er vertur fyri fundinum hesaferð, og í hesum sambandi fara Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Kim Kielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi, til Danmarkar.
Fundurin verður hildin á Christiansø, ein lítil oyggj uttanfyri Bornholm. Eftir ríkisfundin verður tíðindafundur.
Stjórnarleiðararnir fara at umrøða samstarv í ríkisfelagsskapinum og evni av felags áhuga.