Home Tíðindir Lønirnar farnar úr 700 upp í 740 milliónir um mánaðin seinasta hálva árið

Lønirnar farnar úr 700 upp í 740 milliónir um mánaðin seinasta hálva árið

by OML

Í mai vóru lønargjaldingarnar, árstíðarjavnað, 741 milliónir. Tær vóru upp á tað mesta í februar, tá tær vóru 755 milliónir, men lækkaðu so bæði í mars og apríl. Í mai var so umleið helvtin av minkingini vunnin innaftur.

Vøksturin í lønargjaldingunum hevði hug at leggja seg flatan í fjør summar, men síðan september í fjør hevur gongdin verið ein javnur trivaligur vøkstur. Tað mesta av í fjør vóru lønirnar um 700 milliónir um mánaðin, men í fjør heyst byrjaði at leggjast aftrat hvønn mánað, og nú eru lønirnar um 740 milliónir um mánaðin.

 

Byggivinnan leypir avstað

Tað ber eisini til at samanbera árið higartil við sama tíðarskeið árini frammanundan. Hendan samanbering er við útgoldnum lønum og er ikki árstíðarjavnað.

Higartil í ár eru lønirnar 3.614 milliónir, 196 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Framgongdin er 5,7%. Framgongdin hevur í ár verið millum góð 4 til 6%.

Í fiski- og alivinnuni sveiggjar gongdin nakað, tað var afturgongd í apríl, so vøksturin fall niður á nærum onki, men í mai var trivalig framgongd, so nú er ársins framgongd 4,8%.

Bæði privatar og almennar tænastur hava ein javnan vøkstur, í løtuni tó millum 4 og 5,4%. Fyri tænastuvinnur er hetta ein trivaligur vøkstur.

Byggivinnan, her í eisini skipasmíð og maskinverkstaðir, er í serflokki: higartil í ár eru útgoldnar 491 milliónir í lønum, 56 fleiri enn í fjør. Framgongdin er 12,7% sum má metast at vera sera stór.

 

Lønirnar í alivinnuni vaksnar ein fjórðing

Í løtuni hava fleiri vinnugreinir ein vøkstur uppá yvir 10%. Serliga stór er framgongdin í alivinnuni, har lønirnar í ár eru 155 milliónir, 30 fleiri enn í fjør. Framgongdin er nærum 25%.

Eisini fiskavøruídnaðurin hevur stóra framgongd. Higartil í ár eru lønirnar 154 milliónir, 18 fleiri enn í fjør. Vøksturin er 13%. Fiskavøruídnaðurin toppaði í 2006, og botnaði í 2011. Frá 2012 og trý ár á rað vóru lønirnar ársins fyrstu fimm mánaðir um 120 milliónir, men seinastu tvey árini hevur aftur verið vøkstur, og nú eru lønarkrónurnar tær somu sum í 2006.

Nakrar vinnugreinar hava afturgongd, og harímillum vinnugreinarnar sjóflutningur og fiskiskapur. Fyri báðar er galdandi, at higartil í ár hava lønirnar verið eitt vet minni, enn tær vóru sama tíðarskeið í fjør.

 

Hagtøl um lønargjaldingar eru dagførd og útgreinað í hagtalsgrunninum her.

Stutt um árstíðarjavning og trendin

Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.

Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í lønunum.

Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her

Video-grafikkur kann takast niður her

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.