Høgni Hoydal kannar seg sjálvan og skrivar sjálvur løgfrøðisligu niðurstøðurnar í lógarbrotunum um flytan av fiskiloyvum og um størra lógarbrotið at taka aftur hesi loyvi.
Tjóðin skal bara trúgva niðurstøðunum í frágreiðingini við heitinum “Góða mamma tað var ikki eg”.
Tað ætlaði Nixon forseti eisini á sinni.
HAP-leiðararnir, Høgni, Aksel og Poul spardu ikki krútið móti undanfarnu samgongu.
Áløgdu undanfarna landsstýrið at leggja frá sær í tíð og ótíð, tí teir mettu alt so ræðuliga álvarsamt.
Við hesum “klokkuklára” reinleika sínum vunnu teir valið.
Men nú er øðrvísi.
Poul Michelsen leggur líka í sítt ógegni í rættuliga nógvum málum.
Løgmaður ger einki og virðir heldur ikki niðurstøður frá Landsstýrismálanevndini. Heldur ikki vil hann røkja sína skyldu, at hava eftirlit við sínum landsstýrisfólkum.
Løgmaður hevur hagartil ikki kannað nakað, sum landsstýrisfólk hava gjørt. Hann hevur bert tikið alt til eftirtektar.
Nú hevur hann boðað frá, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður, kannar seg sjálvum. Og tað er gott nokk fyri hann nú.
Løgmaður útinnir ikki sína eftirlitsskildu og virðir ikki niðurstøður frá Landsstýrismálanevndini.
Nixon segði kendu orðini: “I am not a crook”.
Hesi orðini frá Høgna Hoydal, landsstýrimanni, verða nú nóg mikið fyri HAP-menninar.
Fyri Nixon var tað tað ikki gott nokk.
Er tað gott nokk fyri Hoydal?
Jørgen Niclasen, løgtingsmaður