Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Limur í Nýskipanarbólkinum mælir staðiliga frá, at innføra kvotir til botnfiskaveiðu við Føroyar

Árni M. Dam í hevur verið fiskiskipari í mong ár og var við til at gera fiskivinnulógina í 1996 og var sum einasti royndir fiskimaður við í Nýskipanarbólkinum. Hann sigur millum annað, at tað er ein stór misskiljing  tá tað verður sagt at stovnarnir verða betur røktir undir eini kvotaskipan. Har kvotur eru ásettar, verður í meðal fiskað munandi minni, enn áðrenn kvotur vórðu ásettar.  Víðari sigur hann, at samanbera Barentshavið og føroysku grunnarnar er nærum tað sama, sum at samanbera landbúnaðin í fjallalandinum Sveis við landbúnaðin í landbúnaðarlandinum Póllandi. Eisini vísir hann á, at fiskidagaskipanin er ein etisk røtt skipan og kann saktans stýra fiskiskapinum líka væl ella betur enn kvotur, men ein fortreyt er, at hon má stillast rætt.

Les her brot úr tí sum Árni M. Dam skrivaði í Nýskipanaralitinum á síðu 245-246

Tað hevur ofta verið ført fram, at tað er nógv betur at stýra fiskiskapinum við kvotum. Víst verður til, at nøkur av okkara grannalondum hava megnað at hildið t.d. botnfiskastovnarnar nógv størri enn okkara við Føroyar. Eitt, ið hevur verið víst á sum sera góð umsiting, er t.d. toskastovnurin undir Íslandi. Her má vist talan vera um eina misskiljing, tí besta veiðan hjá íslendingum av toski, er sjáldan ella ongantíð komin upp á at tað sum eingilskmenn fiskaðu sum miðalár yvir longri tíðarskeið.

At samanbera skipini, ið fiska í Barentshavinum við tey, sum fiska undir Føroyum er heilt burturvið, tí at kvotan í Barentshavinum er keypt við, at vit gjalda við uppsjóvarfiski og fáa síðani rættindi at veiða botnfisk í Barentshavinum. At fara og gera samanbering av rakstrinum hjá skipum undir so ymiskum fortreytum gevur onga meining.

Veiðiøkini í Íslandi, Noregi, í Barentshavinum o.s.fr. eru heilt ymisk frá veiðiøkjunum undir Føroyum. Í Barentshavinum kanst tú toga í dagavís uttan at broyta kós, og hava nærum sama %-býti av fiskasløgunum í veiðuni.

Undir Føroyum er heilt øðrvísi. Skapið av botninum í Føroyska økinum ger, at tað er ein sera lítil partur, har tú fært tey fiskasløgini, sum hava ein skjótan vøkstur, so sum tosk, hýsu og upsa. Botnformur og samanseting broytist alla tíðina soleiðis at sera torført er at fiska beinleiðis eftir einum ávísum fiskaslagi t.d. toski ella hýsu. Eitt tog ella ein seta kann hava eitt ávíst %-býti av fiskasløgum og um toga ella sett verður aftur í slóðina, so kann %-býti verða heilt øðrvísi.

Verða kvotur nýttar at stýra fiskiskapinum við soleiðis, at eitt ávíst tonsatal skal fiskast av hvørjum fiskaslagi sær, so má fiskiskapurin støðga, tá ið kvotan er rokkin.

Hettar ger, at í blandingsfiskiskapi er sera stórur vandi fyri “High grading”, á Landgrunninum og á Føroyabanka. Bæði tá tosað er um at sortera smærri fisk frá og tá tey skjótu skiftini eru millum toskastovnin og hýsustovnin, sum er nærum ómøguliga at taka hædd fyri, í eini kvotaásetanini. Hetta vita allir, ið hava veitt undir Føroyum. Hetta var eisini tað, ið hendi undir royndini við kvotum í 1995.

Verður nýggj skipan gjørd við kvotum, har ongi veiðiloyvir eru, so er vandin upp aftur størri fyri “High grading”, tá einki kontroll er við veiðuorkuni.

Har sum kvotur eru ásettar hava loyvini minkað skjótt, og í takt við, at loyvini fækkast hevur insitamentið fyri at blaka fisk út aftur, tí hvørt loyvið hevur havt nokk av kvotu. Tó so kortini er tað sera sannlíkt, at stór útblaking er, tí har kvotur eru ásettar, verður í meðal fiskað munandi minni, enn áðrenn kvotur vórðu ásettar.

Hesin trupulleikin er ikki til staðar, um fiskidagar verða brúktir, og tá er ikki neyðugt við loyvum.

Fiskidagaskipanin er ein etisk røtt skipan og kann saktans stýra fiskiskapinum líka væl ella betur enn kvotur, men ein fortreyt er, at hon má stillast rætt.

Felagið Línuskip