Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Fiskivinnu uppskotið hjá Samgonguni

OLYMPUS DIGITAL CAMERA

Nógv hevur verið sagt og skrivað um fiskivinnu uppskotið hjá samgonguni og tað er ikki so løgi, tí fiskimenn og reiðarar vita, at um nýggja fiskivinnuuppskoti verður samtykt, blívur tað deyðadómurin hjá heimaflotanum og fiskavirkjum, tí standa teir saman.

Heimaflotin verður meinast raktur, har ferð nokk, tað mesta á heysin, tey størstu reiðaríini koma at eiga nøkur fá skip.

Uppsjóvarskipini og skipini í Barentshavinum skulu bjóða uppá ein part av fiskinum, so ongin veit hvat fiskurin kemur at kosta, ella hvat hann blívur seldur fyri, so har kann man rokna við, at onkur kemur at keypa ov dýrt.

Um eitt fast avgjald var fyri hvørt kilo í tilfeingisgjald, so vistu øll, hvat tey skuldu gjalda.

At gera so stórar broytingar fyri heimaflotan, bert tí nakrir fiskifrøðingar á Havstovuni og fiskimálaráðnum hava sagt, at alt er niður fiska, og kvotur skulu á, so fiskurin skal stýrast, á pappírinum, er eitt alt ov ógvusligt stig at taka, og kemur at hava sera álvarsliga avleiðingar við sær.

Nakrir floksformenn, sum bert lurta  eftir fiskifrøðingum, so skulu teirra floksfelagar nú standa skúlarætt og bert gera sum teir siga, fyri at hjálpa teimum við at fáa kvotur á, sjálvt um teir vita, at øll vinnan er ímóti.

Ikki tí, at ongin fiskur er og verður tey komandi árini. Men tí vit sleppa ikki at fiska.

Tað fyrikemur mær, sum fleir politikarar lata eygu og oyru aftur fyri øllum, tað hoyrdist at fleiri limir í vinnunevndini, sótu og hugdi niður í telefonina, og tímdi ikki at lurta eftir teimum, sum vóru kallaði inn til hoyringar.

Fólk sum ikki lurta eftir øllum sjónarmiðum, koma altíð at vita ov lítið, og tað fer at fáa skaðiligar avleiðingar fyri alt samfelagi

Eivind Jacobsen roknaði við at 4.000 fólk í fiskivinnuni blíva arbeiðsleys, tað er á góðari leið.

Síðani breiðir arbeiðsloysi seg til skipasmiðirnar, og onnur sum arbeiða fyri vinnuna uppi á landi, síðani blíva arbeiðsfólk og handverkarar, seinast rakar tað tey alment løntu,  har eri eg so komin nú.

Tað hoyrist, at Fiskiveiðueftirliti má hava 10 eftirlitsfólk afturat uppi landi, um kvotaskipanin verður sett í verk.

Afturat tíð skal eitt gamalt skip keypast, fyri nógvar milliónir, til eftirlit á sjónum, har skullu umleið 2 x 15 fólk umborð, skipið skal keypa olju, proviant og annað og har skal nógv viðlíkahald til.

So er spursmálið, skal skipið kallast Nólsoyar Páll ll ?

Alivinnan kemur at hjálpa eitt sindur uppá støðuna, men annars verður tað, sum fyrst í 90inum.

Eg eri ikki búskaparfrøðingur, men eg kenni til vinnuna og dugi at síggja avleiðingarnar

Eg vóni at hesi politikararnir vakna og læta eygu og oyru uppaftur, áðrenn dómurin fellur, fiskivinnan gevur ov nógv til at blaka í eina stóra óvissu. Tá er betur gera spakuligar broytingar.

Men hinvegin er mín persónliga meining, at tá Føroyska, makrelkvotan bleiv hækka frá 4,9 til 12%, ið var ein hækking á 145 % skuldi tað verði deilt út á nýggjar aktørar.

Tíð hoyrist, at Fiskiveiðueftirliti má hava 10 eftirlitsfólk afturat uppi landi, um kvotaskipanin verður sett í verk.

Tá inntøkurnar koma at minka so nógv í fiskivinnuni. Vit verða noyddir at fáa meira ferðafólk til Føroyar.

Eyðun Hansen

Vestmanna 04 07 2017