Home Tíðindir Bruttotjóðarúrtøkan í ársins prísum vaks 5,6 prosent í 2015

Bruttotjóðarúrtøkan í ársins prísum vaks 5,6 prosent í 2015

by OML

Bruttotjóðarúrtøkan (BTÚ) í marknaðarprísum, var slakar 16,7 milliardir krónur í 2015. Tað eru útvið 900 milliónir meira enn í 2014. Av hesum vøkstri átti fiskiveiða 340 milliónir, útvið 40 prosent. Stórur vøkstur var eisini í handli, byggivinnu og matvøruídnaði.

 

40 prosent  av vøkstrinum í BTÚ stavar frá fiskiveiðu

Bruttotjóðarúrtøkan í marknaðarprísum verður gjørd upp sum virðisøkingin í øllum vinnugreinum samanlagt og haraftrat meirvirðisgjald og aðrir vøruskattir.
Talvan omanfyri vísir virðisøkingina í ársins prísum, skift á vinnugreinabólkar 2012-2015.
Útvið 40 prosent av vøkstrinum í 2015 stavar frá munandi størri virðisøking í fiskiveiðuni, 1.884 milliónir móti 1.544 milliónum í 2014, ein vøkstur upp á 340. Vøksturin var mestur í uppisjóvarveiðuni og hjá flakatrolararum. Men eisini í botnfiskaveiðuni undir Føroyum var virðisøkingin munandi størri í 2015, fiskaprísirnir royndust betri enn í 2014, og oljuprísurin var munandi lægri.
Virðisøkingin í fiskaaling minkaði nakað í 2015, men heldur seg á støðinum frá 2013, tá hon meir enn tvífaldaðist. Minkingin í 2015 stendst mest av minni nøgd, meðan so at siga allur ógvisligi vøksturin í 2013 stavaði frá hægri laksaprísum.
Virðisøkingin í matvøruídnaði vaks 6,3 prosent í 2015, væl minni enn vøksturin upp á sløk 19 prosent í 2014. Vøksturin í orkuveiting stavar í stóran mun frá lægri oljuprísum. Og uppgongdin í byggivinnuni heldur fram, virðisøkingin er nú nærum komin upp á støðið áðrenn fíggjarkreppuna.
Vøksturin í almennari fyrisiting og tænastu var góðar 100 milliónir, 3,4 prosent, sum svarar nøkulunda til miðal ársvøksturin síðan fíggjarkreppuna, men er munandi minni enn vøksturin mongu árini frammanundan. Miðalvøksturin í almennari fyrisiting og tænastu árini 1999-2009 var góð 7 prosent um árið.
Í øðrum tænastuvinnum vaks virðisøkingin 3,7 prosent í 2015. Her stavar vøksturin serliga frá handli, í stóran mun frá vøkstrinum hjá útflutningsfiskasølum. Umframt handil eru aðrar tænastuvinnur umvæling, gistihús og matstovur, flutningur og samskifti, fígging og trygging, kunningartøkni, fastognaumsiting og aðrar handilsligar tænastuvinnur.


Myndin omanfyri vísir virðisøkingina í fýra vinnubólkum sum partur av virðisøkingini samanlagt 1998-2015.
Seinastu árini, frá 2012 til 2015, hevur íkastið frá tilfeingisvinnum og ídnaði, orku og byggivinnu verið vaksandi, meðan tænastuvinnurnar, privatu og almennu, hava verið minkandi.
Árini 1998-2002 var íkastið frá tilfeingisvinnum um 20 prosent. Í 2003 minkaði hesin partur niður á støði um 15 prosent, og aftur í 2008 minkaði parturin, niður á sløk 12 prosent. Men við ógvisliga vøkstrinum í uppsjóvarveiðini og vøkstrinum í fiskaaling hevur íkastið frá tilfeingisvinnunum togað seg upp á sløk 19 prosent 2015.
Parturin hjá ídnaði, orku og byggivinnu minkaði úr góðum 21 prosentum árini 1998-2008 niður í 17 prosent árini eftir fíggjarkepppuna, men er síðan vaksin aftur upp á sløk 19 prosent í 2015.
Íkastið frá almennari fyrisiting og tænastu vaks úr um 20 prosentum árini undan 2003 upp á  24 prosent í 2005, og upp á 26 prosent í 2009, men er síðan støðugt minkað aftur niður á sløk 22 prosent í 2015.
Síðan 2003 hevur íkastið frá øðrum tænastuvinnum ligið oman fyri 40 prosent og rakk í 2012 upp á sløk 44 prosent, men er síðan minkað aftur niður á sløk 41 prosent í 2015.


Síðan 1998 er bruttotjóðarúrtøkan í ársins prísum vaksin úr 7,4 milliardum krónum upp í 16,7 milliardir í 2015. Men sum myndin omanfyri vísir, hevur gongdin verið skiftandi, og er tað serliga orsakað av skiftandi gongdini í tilfeingisvinnunum og í byggivinnuni. Onkur ár hevur bruttotjóðarúrtøkan í ársins prísum eisini minkað. Í 2003 var tað fellið í alivinnuni, sum saman við stórari afturgongd í fiskiveiðuni var høvuðsorsøk til minkingina. Og beint eftir fíggjarkreppuna í 2008 var tað serliga minni bygging og minni innlendskur eftirspurningur yvirhøvur, sum dró bruttotjóðarúrtøkuna niður.
Eftir minkingina í 2008 og 2009 er bruttotjóðarúrtøkan í ársins prísum vaksin aftur, 7 prosent í 2010, 2,4 prosent í 2011, 3 prosent í 2012, 7,5 prosent í 2013 og 2014 og 5,6 prosent í 2015.
Havast skal í huga, at talan er ikki um mát fyri búskaparvøkstri, men um vøkstur í ársins prísum.

Dagførd tøl eru at finna í hagtalsgrunninum.

Video-grafikkur kann takast niður her

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.