Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

YNGUL- OG ÆTIKANNINGAR Á SUMRI 2017

Yngul- og ætikanningarnar hjá Havstovuni í 2017 eru loknar. Hetta eru afturvendandi kanningar, sum hava til endamáls at kanna ta pelagisku vistfrøðina undir Føroyum á sumri, t.e. hita, salt, tøðsølt, gróður, djóraæti og fiskayngul. Við støði í hesum fæst ein fatan av liviumstøðum og útlitum hjá eitt nú fiski og sjófugli.

 

Á Landgrunninum í ár var hitin uppi í sjónum væl hægri enn seinastu árini. Gongdin við feskari sjógvi, ið byrjaði í fjør, heldur fram. Heilt nógv var av plantuæti, og gróðurin hevur verið av tí mesta í vár og higartil í summar. Lítið var av djóraæti, men viðvíkjandi djóraæti er ein broyting hend í fjør og aftur í ár, ið allarhelst er til tað betra, tá hugsað verður um føði hjá fiskayngli. Hóast færri sløg av fiskayngli vórðu veidd enn vanligt, so var sera væl til av eitt nú hvítingsbróðri og nebbasild; toskurin var nakað undir miðal.

Á Føroyabanka var hitin sum vanligt um 1°C heitari enn á Landgrunninum, og eins og aðrastaðni var sjógvurin nakað feskari enn í fjør. Væl minni var av plantuæti enn á Landgrunninum, meðan hampuliga nógv var av djóraæti. Lítið var av fiskayngli kanska sæð burtur frá nebbasild, og yngulin var yvirhøvur smáttfallandi.

 

Les túrfrágreiðingina her.