Home Tíðindir Súni Schwartz Jacobsen fer frá sum stjóri í Betri samtakinum – Betri

Súni Schwartz Jacobsen fer frá sum stjóri í Betri samtakinum – Betri

by OML

Forstjórin sagt seg úr øllum størvum í Betri samtakinum . Hetta sigur samtakið í tíðindaskrivið í dag.

Súni Schwartz Jacobsen, sum hevur verið forstjóri í Betri Banka síðani 2011, hevur í dag fráboðað avvarðandi nevndum í Betri samtakinum, at hann hevur valt at siga seg úr starvi. Hetta merkir, at hann samstundis heldur uppat sum forstjóri í Betri P/F og Ognarfelag Tryggingartakaranna.

Birgir Nielsen, nevndarformaður í Betri P/F, takkar Súna Schwartz Jacobsen fyri avrik hansara í Betri samtakinum seinastu árini. Vit hava valt at taka avgerð hansara til eftirtektar og vilja ynskja honum alt tað besta framyvir.

Súni Schwartz Jacobsen ásannar, at nógva umtalan, sum hevur verið um Betri samtakið í seinastuni, ikki gagnar samtakinum, og tí er hann sannførdur um, at virðiligasta loysnin fyri allar partar er, at nýggjar kreftir taka við.

Eg havi havt eina góða tíð og nógvar stórar og spennandi avbjóðingar í Betri samtakinum. Eg takki fyri tíðina og ynski leiðslu og starvsfólkum alt tað besta á leiðini framyvir, sigur Súni Schwartz Jacobsen.

Ein fyribils stjóri verður skjótast møguligt settur í Betri P/F og ein í Betri Banka P/F.

 

Sí viðhefta tíðindaskriv.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.