Home Fólk & Samfelag Treystitalið framvegis yvir miðal, men er minkað eitt vet síðani januar

Treystitalið framvegis yvir miðal, men er minkað eitt vet síðani januar

by OML

Treystitalið er nú 26, hetta er ein lítil minking síðani januar, tá talið var 31, men er framvegis oman fyri miðaltalið fyri allar kanningarnar, ið gjørdar eru síðani 2006.

Hagstovan » 18. juli 2017

Tølini frá konjunkturkanningini fyri juni eru nú tøk í hagtalsgrunninum.

(trýst á myndir og talvu, so tær gerast størri og tú kanst blaða millum hesar)

Treystitalið er tað samanvigaða vísitalið frá 5 spurnakanningunum, sum verða gjørdar í januar og juni hvørt ár. Afturgongdin í mun til seinastu kanning frá januar í ár sæst aftur bæði í tilfeingisvinnuni, tænastuvinnuni og hjá brúkarunum, meðan vísitølini fyri byggivinnu og smásøluhandil vísa eina lítla framgongd.

Niðanfyri eru nakrir av spurningunum í einstøku kanningunum lýstir í myndum.

Brúkarakanningin

Metingin, ið brúkararnir hava av fíggjarstøðuni í húsarhaldinum, er tann besta, ið er máld síðani hesar kanningarnar byrjaðu.

Tá mett verður um ta væntaðu fíggjarstøðuna hjá húsarhaldinum um eitt ár í mun til verandi, so tykist bjartskygnið tó at verða á nærum sama støði hesaferð í mun til kanningarnar seinastu 3 árini.

Tá ræður um landsins búskaparstøðu um eitt ár sammett við í dag, er bjartskygnið hjá brúkarunum eitt vet lægri hesaferð í mun til kanningarnar seinastu 4 árini.

Tilfeingisvinnur og annar ídnaður

Í metingum um væntandi framleiðslu komandi 12 mánaðirnar hevur tendensurin hjá bólkinum av tilfeingis- og ídnaðurvinnum seinastu 8 kanningarnar samanlagt  verið minkandi. Tó merkir eitt nettotal á 13, at meirilutin væntar eina øking í framleiðsluni.

Hesin tendensurin er tó ikki heilt í í samsvar við gongdina í svarbýti til spurningin um støddina í bílegginum komandi árið í mun til vanliga støði – her er nettotalið vaksandi í mun til undanfarnu 3 kanningarnar.

Harumframt hava hesar vinnur tryggjað arbeiði í umleið eitt hálvt ár fram, ið er nakað meira í mun til seinastu tvær kanningarnar.

Byggivinnan

Vísitalið fyri byggivinnuna er á nøkulunda sama høga støði eins og í kanningunum seinastu 3 árini og liggur framvegis oman fyri langtíðarmiðal.

Í juni hevði byggivinnan í miðal tryggjað arbeiði meira enn hálvtannað ár fram. Hetta er tað mesta síðani spurnakanningarnar byrjaðu.

Væntaði tørvurin á arbeiðsmegi komandi árið verður mettur til nakað sama støði í mun til kanningarnar seinastu 3 árini.

Smásøluvinna

Í smásøluvinnuni er treystið gott og bjartskygnið vaksandi. Treystitalið fór úr 32 upp í 41 seinastu 5 mánaðirnar.

Hetta sæst eisini av, at bæði metingin av sølu…

… og arbeiðstørvi komandi árið er meira jalig enn í januar.

Aðrar tænastuvinnur (uttan smásølu og bygging)

Í kanningunum seinastu tvey árini hava alsamt fleiri fyritøkur í bólkinum tænastuvinnur mett, at framgongd hevur verið.

Og í spurninginum um mett verður, at tørvur verður á fleiri starvsfólkum næstu 12 mánaðirnar, svara nakað fleiri hesaferð í mun til seinast, at so verður.

Sí kanningarúrslitini í talvum í hagtalsgrunninum.

— o —

Tað eru 3 týðandi hugtøk, ið nýtt verða í konjunkturbarometrinum, hesi eru nettotal, vísital og samanvigað vísital.

Nettotal
Nettotal er eitt roknað miðaltal út frá %-býtinum av svarum til hvønn einstakan spurning, og niðanfyri eru tvey dømi sett upp, ið lýsa munin í útrokning av nettotali í mun til ymsar svarmøguleikar.

Dømi 1:
Ein spurningur í kanningini til tænastuvinnuna hevur orðingina “Hvussu er eftirspurningurin (í krónum) eftir tykkara vørum og tænastum broyttur seinastu 12 mánaðirnar?”.

Svarmøguleikarnir til henda spurningin eru tríggir: 1) Vaksandi, 2) Óbroyttur og 3) Minkandi.

Tá allar umleið 30 tænastufyritøkurnar hava svarað, kann %-býti av svarmøguleikunum síggja soleiðis út:

– Vaksandi: 52
– Óbroyttur: 46
– Minkandi: 2

Hetta gevur eitt nettotal fyri spurningin á 50. Tað merkir, at 50 prosentstig fleiri (52 minus 2) svaraðu játtandi enn sýtandi. Tey, sum svaraðu, at eftirspurningurin hevur verið óbroyttur, verða soldaði frá.

Dømi 2:
Ein spurningur í kanningini til brúkararnar hevur orðingina “Hvussu hevur fíggjarliga støðan broytt seg hjá tínum/tykkara húsarhaldi seinastu 12 mánaðirnar?”.

Svarmøguleikarnir til henda spurningin eru 1) Nógv betur, 2) Nakað betur, 3) Óbroytt, 4) Nakað verri, 5) Nógv verri og 6) Veit ikki.

Tá allir uml. 500-550 brúkararnir hava svarað vegna sítt húsarhald, kann %-býtið av svarmøguleikunum t.d. síggja soleiðis út:

– Nógv betur: 3
– Nakað betur: 16
– Óbroytt: 49
– Nakað verri: 25
– Nógv verri: 6
– Veit ikki: 1

Í hesum føri verður býti av svarmøguleikunum vigað. “Nógv betur” telur 1, “Nakað betur” telur 0,5, “Nakað verri” telur -0,5 og “Nógv verri” telur -1. Tey, sum ikki vita og tey, sum siga, at fíggjarstøðan er óbroytt, verða soldaði frá. Nettotalið verður í døminum 1 x 3 + 0,5 x 16 – 0,5 x 25 -1 x 6 = -8.

Eitt nettotal kann liggja millum pluss 100 og minus 100.

Vísital
Við støði í útvaldum nettotølum í hvørjari einstakari kanning verður eitt vísital roknað.

1. Vísitalið fyri brúkarakanngina verður roknað sum miðal av nettotølum í fylgjandi 4 spurningum:
– Hvussu væntar tú fíggjarliga støðan hjá tínum/tykkara húsarhaldi broytist næstu 12 mánaðirnar?
– Hvussu metir tú gongdin í føroyska búskapinum verður næstu 12 mánaðirnar?
– Hvussu metir tú arbeiðsloysi broytist næstu 12 mánaðirnar? (negativt fortekn)
– Hvussu sannlíkt er tað, at tú/tit koma at spara pening upp næstu 12 mánaðirnar?

2. Vísitalið fyri kanningina av tilfeingisvinnuni og øðrum ídnaði verður roknað sum miðal av nettotølum í fylgjandi 3 spurningum:
– Hvussu meta tit um samlaðu bíleggingarnar í løtuni?
– Hvussu er við goymsluni av lidnum vørum í løtuni? (negativt fortekn)
– Hvussu vænta tit at gongdin í tykkara framleiðslu fer at verða komandi 12 mánaðirnar?

3. Vísitalið fyri kanningina av byggivinnuni verður roknað sum miðal av nettotølum í fylgjandi 2 spurningum:
– Metir tú, at tykkara samlaðu bíleggingar í løtuni eru …?
– Hvussu vænta tit, at tørvurin eftir arbeiðsfólki broytist komandi 12 mánaðirnar?

4. Vísitalið fyri kanningina av handilsvinnuni verður roknað sum miðal av nettotølum í fylgjandi 3 spurningum:
– Hvussu hevur gongdin í virkseminum/søluni hjá fyritøkuni verið seinastu 12 mánaðirnar?
– Hvussu metir tú, at støddin á vørugoymsluni er í løtuni (í mun til vanliga stødd)? (negativt fortekn)
– Hvussu kemur gongdin í virkseminum/søluni væntandi at vera komandi 12 mánaðirnar?

5. Vísitalið fyri kanningina av tænastuvinnuni verður roknað sum miðal av nettotølum í fylgjandi 3 spurningum:
– Hvussu hevur gongdin hjá fyritøkuni verið seinastu 12 mánaðirnar?
– Hvussu er eftirspurningurin (í krónum) eftir tykkara vørum og tænastum broyttur seinastu 12 mánaðirnar?
– Hvussu vænta tit, at eftirspurningurin (í umsetningi) broytist komandi 12 mánaðirnar?

Eitt vísital kann liggja millum pluss 100 og minus 100.

Samanvigað vísital
Við støði í vísitølunum frá øllum fimm kanningunum verður eitt samanvigað vísital roknað við fylgjandi vektum:

1. Vísital frá brúkarakanningini: 20%
2. Vísital frá kanningini av tilfeigisvinnum og øðrum ídnaði: 40%
3. Vísital frá kanningini av byggivinnu: 5%
4. Vísital frá kanningini av handilsvinnu: 5%
5. Vísital frá kanningini av tænastuvinnuni: 30%

Eitt samanvigað vísital kann liggja millum pluss 100 og minus 100.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.