Home Fólk & Samfelag Starvsetanir innan skúlaøkið

Starvsetanir innan skúlaøkið

by OML

Rigmor Dam landsstýriskvinna hevur sett Regin Marnersson í starvið sum skúlastjóra í Skúlanum á Fløtum, landsstýriskvinnan hevur sett Marina Sigvaldsdóttir Bláberg í starvið sum fyrstalærara í Hvalvíkar skúla og landsstýriskvinnan hevur eisini sett Fríðgerð í Líð sum fyrstalærara í Hósvíkar skúla.

Skúlastjóri í Skúlanum á Fløtum

Rigmor Dam landsstýriskvinna hevur sett Regin Marnersson í starvið sum skúlastjóra í Skúlanum á Fløtum. Regin er 37 ára gamal og tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 2005.

Regin hevur tikið akademi merkonomútbúgving í leiðslu, skeið í persónligari leiðslumenning, stakgrein í verkætlanarleiðslu og er tikin inn á námsfrøðiligu leiðsluútbúgvingina á Setrinum.

Regin hevur starvast í skúlaverkinum í mong ár, sum lærari í Tórshavnar Kommunuskúla frá 2005 til 2012, sum varaskúlastjóri og seinni sum stjóri í Skúlanum á Giljanesi frá 2012 – 2015 og hevur frá 1. mars 2015 verið stjóri í Námi.

Regin tekur við starvinum sum skúlastjóri í Skúlanum á Fløtum 1. august 2017.

Fyrstilærari í Hvalvíkar skúla

Landsstýriskvinnan í Mentamálum hevur sett Marina Sigvaldsdóttir Bláberg í starvið sum fyrstalærara í Hvalvíkar skúla. Marin er 43 ára gomul og tók læraraprógv í 2003.

 

Marin hevur drúgvar undirvísingarligar royndir. Hon hevur starvast sum lærari  fólkaskúlanum í 14 ár, eitt ár í Miðvágs-Sandavágs skúla, síðani tíggju ár í Sørvágs skúla og seinastu trý árini í Skúlanum á Giljanesi.

Marin hevur harumframt verið virkin í kommunustýrisarbeiði og innan ítrótt. Hon hevur sitið tvey valskeið í Vága kommunu frá 2009 – 2016, har hon hevur havt ymsar nevndarsessir m.a. sum formaður í mentanarnevndini. Marin hevur verið venjari í boccia og badminton og í mong ár virkin í kappróðri, er nevndarlimur í Róðrarsambandi Føroya, har hon er skrivari.

Marin tekur við starvinum sum fyrstilærari í Hvalvíkar skúla 1. august 2017.

Fyrstilærari í Hósvíkar skúla

Landsstýriskvinnan í mentamálum hevur sett Fríðgerð í Líð sum fyrstalærara í Hósvíkar skúla. Fríðgerð er 37 ára gomul og tók læraraprógv í 2012. Fríðgerð hevur síðani starvast sum lærari í Hoyvíkar skúla og á Føroya Fólkaháskúla. Fríðgerð hevur eisini starvast sum lívbjargari í svimjihøllini í Gundadali og hevur verið vikarur í fólkaskúlanum í átta ár.

Fríðgerð er í holt við at taka leiðsluútbúgving í almennari fyrisiting sum sjálvlesandi, og hevur higartil tikið átta skeiðspartar. Fríðgerð er stjóri í egnari fyritøku, har hon umboðar, sniðgevur og selur bundnar vørur við merkinum FíL.

Fríðgerð tekur við starvinum sum fyrstilærari í Hósvíkar skúla 1. august 2017.

 

 

 

 

 

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.