Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Fiskifrøðingar skulu upp til roynd hjá søgufrøðingum

Savnsmynd 24.fo

Fiskimálaráðharrin Høgni Hoydal, nevndi í D&V, seinasta mánakvøld, at vit høvdu mist eina inntøku á 600 mill. kr. um árið, seinastu 10 árini, tí vit ikki høvdu lurta eftir fiskifrøðini.

Tað er ikki sørt, at Høgni heldur at fiskifrøðingar hava yvirnatúrlig evnir, Tað hevur verið lurta eftir teimum á Føroya Banka, og har hava teir so ikki víst tey yvirnatúrligu evnini.

Í hesi somu 10 árini, sum lítið hevur verið til av toski, hevur eisini verið sera lítið til av svartfugli, sum eisini hevur nebbasild sum høvuðsføði. Eitt er so vist, at man kann ikki lasta dagaskipanini fyri, at lítið hevur verið til av svartfugli, sum annars hevur fingið skuldina fyri niðurgongdina í toskastovninum.

Hvat sigur søgan okkum um hesi viðurskifti.

Nú havi eg í 3½ ár, lisið fleiri gamlar bøkur, um fiskaloysi og livi korini í Føroyum, frá 1600 og frameftir, eisini í gomul tíðarrit og inni á heimasíðuni hjá Havstovuni, men enn er langt á mál.

Onkur hevur hildið fyri, at útgerðin, sum teir nýtti fyrr, var so vánalig, at søgurnar ikki eru eftir farandi.

Tá teir gomlu til tíðir fingu nógvan fisk, er ringt at lasta útgerðini fyri, at teir aðrar tíðir ikki fingu nakra fisk, um nokk av fiski var til.

Hvørja ferð, nýggjur fiskireiðskapur er komin, Hava fólk ávara um, at hesin reiðskapurin fór at oyða allan fiskin.

Mannasøgnin sigur, at alla tíð síðani fólk búsettust her á landi, hevur verið ymist til fisk, viðhvørt var ørgrynna av fiski at fáa, so komu aftur onnur ár, har teir ikki drupu livandi, og lívskorini vóru út av lagi vánalig.

Í 1600 talinum var ofta fiskaloysi og hungursneyð, tá var eisini lítið av eggum, fugli, kópi og hvali og oftani vóru sjórænarar her.

Tað sum bleiv fiska var Toskur, Hýsa, hvítingur, Kalvi, Seiður og Skrubba.

Fyrsta sum eg læs um, var um ein mann, sum var f. 1550 og doyði í hungri 1601.

Veturin 1601-02 var ógvuliga ringur, og tá doyðu eisini nógv neyt og seyður og armóðin var stór.

Tað er ymist, sum verður skrivað, nær hin tiltikna kyndilsmessu ódnin var, onkur skrivar at hon var í 1602 og onnur 1620, Men eftir tað kraftigu ódnina bleiv allur fiskurin burtur í nógv ár. Eisini tyrptist havnin í Sakum í hesi ódnini.

1632 bleiv bræv sent til kong, um at fáa hjálp, tá hevði veri fiskaloysi og hungursneyð í nógv ár.

1636 er hungursneyðin ikki av.

1667 er lítið av fiski. 1669 bleiv nevnt, ”det ilde år” og 1670 er ikki betur,

1673 Fiskiskapurin er miseydnaður í nógv ár, tað blívur eisini skriva um hungurs neyð veturin 1673 – 74, tí hesin veturin er ógvuliga harður, nakrir 1.000 seyður doyggja.

Í farnum tíðum hevur verið slík yvirflóð av fiski, at fólki kundi liva einans av tí. Men nú er gingið nógv afturá.”Skrivaði L. Debes, um hetta árið

1680-81 harður vetur og onki fiskarí, tað var hungursneyð og fólk ótu fliður í fjørðuni

1683 var eitt sera vánaligt fiski ár

1686 var hungursneyð, eini 50 fólk doyðu í Suðuroy hetta árið

1690 var hungursneyð, tey ótu gras og tara

1705 er ongin fiskur at fáa

1718 Onki fiskarí, men nógvar grindir 700 hval blíva dripnir. Annars hevði verið hungursneyð. Grindahvalir liva mest av høgguslokki og Gulllaksi

1720 nógv doyggja fólk í hungri, meira enn 100 fólk fluttu úr Suðuroy til aðrar oyggjar.

1767. Óli á Grunnlendi, sum var 18 ár í 1767 og tá var tað fyrstu ferð hann sá eina hýsu. Skjótt eftir hetta, var ørgrynna av hýsu at fáa.

1778. var óvanliga gott fiskarí, men bert norðanfyri.

1782 er eitt sindur at fáa.

1790. Tá er fiskaríið heilt gott, loddi kom ikki á botn, áðrenn fiskurin hevur tikið, og man følir, at loddi glíður frá einum fiskin, niður á tann næsta. Teir kláraðu at fylla bátin uppá minni enn ein tíma. Ein yvirflóð við guds vælsignilsi, verður skrivað um hesa tíðina.

Fingu loyvi, at kasta nót eftir seiði 21 desember 1792. 2 ár seinri fingu 900.000 seiðir uppá 14 dagar, bert í Tórshavn. vetrarnir 1808-09 og 1809-10 fingu teir 4.400.000 seiðir í Tórshavn 2.217.000 fingu teir frá 24 januar til 20 februar 1810. fólk uttan fyri Tórshavn fingu 972.700 stk. og 858.900 stk. seinra árið

1846 Um hesti, fingu teir í Suðuroy 6.000.000 seiðir. Livurin gav 400 tunnur av lýsi.

1799 fiskiskapurin er langt frá tí hann var í farnum tíðum. Lant. 120 ár eftir at L. Debes sigur tað sama.

Um somu tíð skrivar Svabo. At tað er ikki bert í hansara tíð, at tað hevur veri ringt til fisk, men tað altíð hevur verið misjavnt til fisk

1800 óvanliga gott fiskari ár og nógvar grindir

1808 – 09 Vóru hungurs ár. Gamlir kíkar og homlubond vóru bloytt til at kóka og eta. Við tarabløðum í munninum, lógu fólk deyð her og har niðri í fjøruni.

1828.Fyrr veiddu teir í Lítlu Dímun minst 7.000 lundar, men hettar árið uml. 2.000.

Sama var í Stóru Dímun, hetta árið vóru fingnir 2.400 lundar. Men árini framman undan hevði tað liði uml. 5.000 um árið. fyri 20-30 árum frammanundan høvdu teir fingið yvir 20.000 lundar okkurt árið

– Tá føðin hjá summum sjófugli, fer niður um 1/3 gevast teir at verpa

http://www.hav.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=470&cat

id=7&Itemid=180

Fiskur passar seg eisini eftir natúruni.

Umleið 1880. átta dýpshæddir (1 er 70 favnar) vóru settar norðuri í Flógva. Tá tvær dýpshæddir vóru eftir at draga var báturin borðfullur. Teir fór heim á Skálatoftir at kasta fiskin upp, síðan av stað aftur eftir restini. Tað var toskur, hýsa og longa teir fingu. Tað var vanligt, at línan flotnaði upp av fiski, (tá fiskur við sundmaga, verður hálaður upp frá botni kemur luft í sundmagan og fiskurin flotnar).

1888 Lamba Jóhan. Fór um várið fóru norð á hav, við línureiðskapi, við Gerðabátinum har teir tjentu 1,66 kr í part. Fór sama dag við Samognini og fekk 1,50 kr í part, eftir at hava verið burtur í 2 døgn uttan at hava sovi.

Teir róðu ofta yvir 60 fjórðingar og inntøkan var sera lítil. Árið 1888, var stak ringt til fisk, onkutíð fingu bátar bert 3 – 4 fiskar á bát.

Gamlir útróðrarmenn siga, at 20 hvørt ár, var góður fiskiskapur. Sum dømi kann nevnast 1836, 1856, 1875, 1896 og1919, sum øll vóru stak góð fiskiár, so vanta var at 1939-40 blivu góð fiskiár, men so bleiv ikki, várróðurin var niðan fyri miðal.

Hitt tiltikna fiski árið 1919, vóru dømir um, at tað bleiv settar tvær línur ella 800 húkar og fingu 800 fiskar. Trý ár seinri í 1922 eitt tað ringasta fiski ár, menn vita um.

Tá eg læs um kyndilsmessu ódnina í 1620 kom eg at hugsa at tað sama hendi veturin1988-89, Tá fyrst øll føðin burtur, og síðan bleiv fiskurin burtur. Tá bleiv eitt tað ringasta fiskaloysi í Føroyum, í nýggjari tíð.

-1993 sóu fiskimann, at føði byrjaði føðin at koma aftur

-1994 ½ Apríl bleiv rokfiskiskapur hjá trolbátinum, seinri hjá trolaranum.

-1996 bleiv eisini rokfiskiskapur hjá línubátinum. Frá trolararnir fingu fisk gekk 1½ ár til fiskurin tók línu.

-1995 søgdu fiskifrøðingar, tað er bert á onkrum smáum økjum nakrir stórir toskar eru, tað er ongin smáfiskur, so vit kunna ikki fiska ov nógv. (í sosialurin 1995)

-1996 viðgingu fiskifrøðingarnir at fiskur var inni á grunninum, men teir høvdu ikki tikið feil, fiskurin var gýttur her í 1992 og 93. Men tann pástandurin kom ikki fram fyrr enn í 1996.

uml. 20 ár seinri endurtekur støðan seg :

-2010 til 2016 hevur veri vánaligt fiskarí, men als ikki fiskaloysi.

-2015 Byrjaðu fiskimenn at tosa um, at tað sá betur út við føðini. Tá var heldur betur fiskiskapur hjá trolbátinum.

-2016 Fingið trolbátarnir brúkiligt fiskarí av toski og hýsu.

-2017 Hava teir rokfiskiskap og snellu bátarnir høvdu, heilt gott fiskarí í vár. So vónandi og vantandi tekur fiskurin línuna skjótt.

Tá ið fiskifrøðingar altíð koma, 4 ár aftaná fiskinum og fiskimannin og rokna bert á pappírinum, onki frá veruleikanum, og mæla bert til at minka fiskidagarnir, um fiskurin er á veg inn á grunnarnar ella fiskurin er á veg avstað út av grunninum, tí eru allar útrokningar óbrúkiligar og vit kunnu ikki brúka, teirra tilmælir til nakað.

Fiskidagaskipanin bleiv gjørd til, at fiska meira, tá ið fiskurin er her, og minka um veiðitrýsti, tá minni av fiski og føði er á grunninum.

Skal ein góð fiskidagaskipan, oyðileggjast bert tí fiskifrøðingarnir ikki klára at fylgja við botn fiskastovninum ?

Erlendur Patursson sáli segði. Tað var gamalt í Kirkjubø, tá rekin kom aftur, kemur fiskurin eisini aftur. Men ongin sum eg havi spurt har, veit um tað, men tey siga at suggan, er nógv broytt so lítið og onki kemur av reka, tað sum kemur er mest plastikk. Áhugin fyri reka er burtur, nú á døgum.

Men í Vágum, Lamba og á Syðradali á Kalsoy kennast tey við at. Tá rekin kemur aftur, kemur fiskurin eisini aftur.

Bøkur og annað tilfar, sum eg havi brúkt er:

-J.C.Svabo. Føroyaferðin 1781-82

-Erlendur Parurson. fiskiveiða fiskimenn

-Lucas Debes Færoe et Færoa reserata

-N. Andersen Færøerne 1600 – 1708

-Robert Joensen. Útróður 1845 – 1945

-Anton Degn. Oversigt over fiskeriet og monopolhandelen på Færøerne 1709 – 1856

-A. Weihe søga og søgn

-Wikipedia

-Havstovuni

So her eru nógv oftari samanhangandi ár, við fiskaloysi, uttan at fiskimaðurin kann fáa skyldina fyri ovurfisking, sum nú á døgum.

Hetta prógvar eisini einaferð enn, at tað ber ikki til at goyma fiskin í sjónum, uttan fiskurin er í einum aliringi.

So leingi sum fiskifrøðingarnir, bert hyggja eftir XL arkinum og ikki vilja hoyra um natúr viðurskiftini. Sildin etur rogn. Makrelur og annar fiskur etur teir smærri fiskarnar, El Nino og tá ið føðin minkar, verður minni av bæði fiski og fugli.

Men trupulleikin kann loysast við, at fiskifrøðingar skulu upp til eina próvtøku hjá einum søgufrøðingi, um søguna hjá botnfiskastovnunum við Føroyar, áðrenn teir fara til arbeiðis á Havstovuni ella í fiskimálaráðnum.

http://www.vp.fo/news-detail/news/news/detail/video-toskur-etur-tosk/#.WVgesE_0V0o.facebook