Politiið vilum ávar við hesa føroyskar fyritøkur um, at í løtuni síggjast fleiri royndir at snýta umvegis teldupost – eisini nevnt BEC.
Business e-mail Compromise (BEC) bleiv fyrr nevnt CEO-fraud. Tað gongur út uppá, at óviðkomandi royna at snýta virkir til at senda teimum pengar. Snýtiði ljóðar ógvuliga einfalt, men har liggur nógv arbeiði aftanfyri. Tað eru eisini ofta vælútbúgvin og ansin fólk, sum verða snýtt.
Tey, sum fremja hesi svikini, royna at finna so nógvar upplýsingar sum møguligt um virkini og serliga tey, sum starvast í bókhaldinum og leiðsluni. Harímillum kann tað verða tíðindastubbar um virkið og sosialu miðlarnar, so sum Facebook og LinkedIn, sum verða nýttir. Av og á finna tey soleiðis útav, nær stjórin til dømis er uttanlanda.
Tað er ofta sæð, at hesi fólkini útgeva seg fyri at verða stjórin á virkinum, og senda ein teldupost til onkran í bókhaldinum um at flyta pengar, sum gjald fyri einhvørja vøru. Ofta nevna teir í teldupostinum, at gjaldingin hevur skund. Á henda hátt royna teir at trýsta bókhaldsfólkið til at flyta peningin beinanveg, soleiðis at bókhaldsfólkið ikki spyr seg fyri aðrastaðni, áðrenn peningurin verður fluttur.
Av á og skriva teir niðast í teldupostinum ”Sent from my iPhone” ella okkurt líknandi. Hetta ger eisini, at man ikki hugsar líka nógv um stavivillur ella aðrar feilir í teldupostinum.
Her í Føroyum hava vit tann stóra fyrimunin, at føroyskt er lítið útbreitt, og vit hava tí enn ikki sæð nakran teldupost, sum hevur verið á føroyskum. Málið higartil hevur verið danskt ella enskt.
Um óhappið er hent, og peningurin er fluttur, er tað umráðandi at seta seg í samband við bankan skjótast gjørligt og fáa steðgað flytingini. Bakmenninir eru skjótir at flyta peningin runt til støð, har tað er so gott sum ómøguligt at fáa fatur á teimum aftur.
Ein máti at forða fyri, at man verður offur fyri slíkum sviki, er at seta seg í samband við tann persónin, sum hevur ynskt flytingina, fyri at fáa flytingina váttaða. Hetta skal sjálvsagt ikki gerast við at svara tí teldupostinum, sum er móttikin, tí so skrivar man bara til bakmenninar. Heldur skal samskiftið verða persónlig ella ígjøgnum telefon.
Fyri at politiið skal kunna kannað málið, er tað umráðandi at tann upprunaliga telduposturin, sum er móttikin, verður goymdur. Tað er nevnliga í nøkrum førum møguligt at finna IP-adressu í teldupostinum, sum kann føra til, at funnið verður fram til sendaran.
Ulrik Andersen