Fyrispurningur um hví námsfrøðingar ikki sluppu at søkja leiðsluútbúgving á diplomstøðið á Glasi, settur landsstýrismanninum í mentamálum, Rigmor Dam (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
- Hví stóð ikki námsfrøðingum í boði, á líka føti við lærarar, at søkja leiðsluútbúgving á diplomstøði. á Glasi?
- Arbeiðir Mentamálaráðið ítøkiliga við, at námsfrøðingar eisini fáa henda sama møguleika fyri at útbúgva seg víðari?
- Og í so fall, nær kann hetta væntast?
Viðmerkingar:
Fyrr í vár bjóðaði Mentamálaráðið lærarum, at søkja leiðsluútbúgving á diplom-støðið á Glasi. Hetta er at frøast um og skal síggjast sum eitt sera gott átak, tá endamálið er at gera leiðslurnar meiri professionellar og at lyfta fakliga støðið í síni heild.
Mentamálaráðið hevur, saman við kommununum, ábyrgdina av námsfrøðiliga økinum og tí kann tað undra, at nú tá møguleikin var har, at leiðarar á námsfrøðiliga økinum ikki eisini fingu møguleikan at søkja hesa útbúgving.
Tað hevur nevniliga áður víst seg, við góðum úrslitum, at lærarar og námsfrøðingar taka hægri útbúgvingar saman, og tað hevði eisini givið útbúgvingini størri margfeldi, og ikki minst givið góða meining, tá hugsa verður um, at lærarar og námsfrøðingar í nógv størri mun enn í dag tvørfakliga fara at samstarva á nógvum økjum í framtíðini.
Tí er tað stórt spell, at nú tá møguleikin var har til at geva námsfrøðini og leiðarum á námsfrøðiliga økinum eitt fakligt lyft, at tey ikki fingu møguleikan at søkja.
Tað er væl skilligt, um onkur følir seg við sviðusoð hesum viðvíkjandi, og tí er at vóna, at Mentamálaráðið frameftir, í størri mun enn áður, fer at gera fleiri átøk, námsfrøðini at frama.
Løgtingi, 16. august 2017
Djóni Nolsøe Joensen