Home Fólk & Samfelag Fólkatalið 1. juli var 50.250

Fólkatalið 1. juli var 50.250

by OML

Fólkatalið var 50.250 tann 1. juli. Tað vaks við 734 fólkum ella 1,5% í 12-mánaðarskeiðinum juli 2016 – juni 2017.

Hagstova Føroya » 16. august 2017

Hetta kemur av stórari nettotilflyting á 440, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting, og av einum burðaravlopi á 294, ið er munurin millum fødd og deyð. Burðaravlopið er tað størsta síðani 2007, og nettotilflytingin hevur ongantíð verið størri, undantikið 2001, tá fleiri fluttu heimaftur aftaná stóru kreppuna fyrru helvt í 1990-unum. Og undantikið árini 2000 og 2001 hevur árligi fólkavøksturin ongantíð verið størri í tali enn nú.

 

Bæði minkað fráflyting, økt tilflyting og økt burðaravlop skapa stóra fólkavøksturin
Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur serliga av flytingini, har fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tað hevur verið ein vøkstur í tilflytingini. Men samstundis hevur eisini burðaravlopið ment seg upp á 294, eftir at tað fyri nøkrum fáum árum síðani var ein triðing lægri.

Vit skulu heilt aftur til 1983 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum tey 1.200, ið fluttu av landinum hetta 12-mánaðarskeiðið. Verður fráflytingin roknað í mun til fólkatalið, finna vit als ikki so lágt tal fyri fráflyting í hagtalsgrunninum, ið gongur aftur til 1970. Eisini tilflytingin er vaksin og er tann størsta síðani 2002.

 

Nakrar fleiri kvinnur enn menn í fólkavøkstrinum 
Av vøkstrinum í fólkatalinum á 734 í hesum 12-mánaðarskeiðinum er tann størri parturin kvinnur, 386 í tali, samanborið við 348 menn. Munurin kemur av føðitalinum, deyðatalinum og nettoflytingini, har úrslitið tilsamans verður, at í fólkavøkstrinum juli 2016 – juni 2017 vóru 38 fleiri kvinnur enn menn.

Seinastu tvey árini er nú nettotilflyting hjá báðum kynum alt árið uttan í august, ið er tann stóri fráflytimánaðurin serliga hjá ungfólki, ið fara uttanlands í lestrarørindum. Tó var nettofráflytingin í august í fjør munandi minni enn árini frammanundan. Komandi mánaðir fara at vísa, um stóri fólkavøksturin heldur fram, tí við næstu uppgerð fáa vit juli, vanliga við tí størsti tilflytingini, og síðani august, vanliga við tí størsti fráflytingini

 

Fólkavøksturin heldur higartil fram við somu ferð
Seinastu trý árini hevur sum nevnt verið óvanliga stórur fólkavøkstur, og enn er onki, sum bendir á, at ferðin í fólkavøkstrinum er við at hæsa av, sum sæst av myndini niðanfyri. Nú fólkatalið er komið upp á 50.250 fyri 1. juli, og væntandi veksur eini 200 aftrat fram til 1. august, fer tað ikki at gera stórvegis mun, um fólkatalið fær eitt lítið afturstig á eini 150 í tí stóra fráflytingarmánaðinum august.

 

Fólkavøksturin heldur higartil fram við somu ferð
Seinastu trý árini hevur sum nevnt verið óvanliga stórur fólkavøkstur, og enn er onki, sum bendir á, at ferðin í fólkavøkstrinum er við at hæsa av, sum sæst av myndini niðanfyri. Nú fólkatalið er komið upp á 50.250 fyri 1. juli, og væntandi veksur eini 200 aftrat fram til 1. august, fer tað ikki at gera stórvegis mun, um fólkatalið fær eitt lítið afturstig á eini 150 í tí stóra fráflytingarmánaðinum august.

 

Vøkstur í 20 kommunum, stendur í stað ella minkar í 9
Fólkatalið veksur í 20 kommunum, er óbroytt í einari og minkar í 8 kommunum. Nógv størsti vøksturin í tali er í Tórshavnar kommunu við 331 fólkum fólkum, ið er 45% av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Lutfalsliga var størsti vøksturin í Skálavíkar kommunu við 10%. Í Suðuroy er munandi minking í Hvalbiar og Hovs kommunum, men vøksturin í hinum kommunum, serliga í Tvøroyrar og Vágs  kommunum, dregur alla oynna upp á ein hampiliga stóran vøkstur. Av øðrum kommunum er minking í Nes, Vestmanna, Kunoyar, Sands, Eiðis og Fámjins kommunum.

 


Vøkstur í størru oyggjunum, misjøvn gongd í útoyggjum  
Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum. Í nøkrum útoyggjum veksur fólkatalið, serstakliga nógv í Hestoy við 9 fólkum, svarandi til 53%. Í nøkrum halda tey tørn so ella veksa eitt sindur, sum í Nólsoy, Fugloy, Stóra Dímun, Mikinesi og Skúvoy, í nøkrum minkar minkar tað, serliga í Svínoy.

 

Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.