Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Tilfeingisrentan er 43 milliónir – ikki ein milliard

Til seinasta løgtingsval royndi serliga løgmaður, at spæla jólamaður og bjóðaði palliba pengar. Í KVF segði Løgmaður, at uppboðssølan kundi geva 700 milliónir og onkur hevði nevnt 900 milliónir. Hetta skrivar Eivind Jacobsen.

Eivind Jacobsen

Tað kann verða at Løgmaður ikki veit betri og einans lurtar eftir ávísum búskaparfrøðingum. Men hetta var kola svørt lygn.

Vit hava seinastu 17 árini hoyrt búskaparfrøðingar tosa um óvanliga stóran vinning. Tað sum á føroyskum verður nevnt tilfeingisrenta.

Við til hetta skemt hoyrur, at fremstu fortalarar fyri uppboðssølu konsekvent avnokta, at teir vita nakað um fiskivinnu. Men teir hava skil fyri búskapi siga teir. Vit búskaparfrøðingar hava teir sagt í fleiri ár. Nú hava teir slaka og Jóannes sigur, Eg og Herman.

Í 2015 kom Sjúrður Skaale við einari frágreiðing sum T Trondesen hevði gjørt. Men Trondesen er eisini ein, sum ongantíð hevur fingist við uppboðssølu og harumframt heldur at landið skal eiga alt yvirskot. Og tað var greitt áðrenn hann var biðin um at geva sína tilráðing. Fyri ikki at tala um, hvønn hann tosaði við í Føroyum.

Búskaparfrøðingar eins og aðrir frøðingar hava ymiskar meiningar. Men tað kann sigast við rættuliga stórari vissu, at teir sum tosa um uppboðssølu, hava tað til felags, at teir liggja til vinstru og at allir sum ein tosa um at landið skal hava alt yvirskot og vinnan minst møguligt. Felags fyri teir sum tosa um uppboðssølu er eisini, at teir lítlar og ongar royndir hava við uppboðssølu.

Fyri at tosa seriøst um uppboðssølu er neyðugt at hava stóra vitan um tað sum skal seljast á uppboðssølu. Harumframt er eisini neyðugt at vita hvørji endamál eru og í hvørjari raðfylgju endamálini við einari uppboðssølu eru.

Paul Klemperer, sum hevur staðið fyri stórstu uppboðssølunum í heiminum sigur, aftaná at hava hugsa um tað, at tað ikki ber til at hava uppboðssølu í Føroyum. Tá Charles R Plott, sum í 40 ár hevur skipa fyri nøkrum av stórstu uppboðssølunum í heiminum,  aftaná at hava kannað tað sigur, at tað ikki er skilagott at hava uppboðssølu av fiskirættinum í Føroyum, so átti tað at viga nógv. Teir søgdu also báðir, at tað ber ikki til at hava uppboðssølu í Føroyum. Og mótsætt øðrum, bæði útlendskum og heimligum, vita teir, hvat teir tosa um.

Rættuliga greitt er, at Ogn Føroya Fólks er íspunnin í búskaparráðnum ár 2000 Tað stó í lógini, men teir sum gjørdu lógini siga, at tað als ikki skuldi skiljast soleiðis, sum tað nú verður lagt út. Í bláa álitinum frá Johnny í Grótinum, stendur eisini, at einki er sum eitur Fólksins ogn. Men tað tímir eingin at spyrja hesar somu um. Ikki ein gong fiskimálaráðharrin fær hendan spurning.

Í 2014 gjørdi búskaparráðið eina roynd at rokna hvussu stór tilfeingis-rentan var. Og í sjónvarpsstovuni segði Herman Oskarsson at hann fyrihelt seg bara til eina frágreiðing. Út frá hesum er  greitt, at Hermann og Jóannes als onga útrokning hava gjørt um hetta tilfeingisgjald, sum teir annars í tíð og ótíð lova føroya fólki gevur 1 milliard eyka í landskassan og umvegis skattalætta hevði tað givið hvørjum føroyingi kr. 20.000 eyka í lumman hvørt ár.

Tað er væl skiljandi at fólk trúgva slíkum jólamonnum. Tíverri duga teir alt ov illa at rokna og alt ov væl at reypa. Tí havi eg gjørt hetta roknistykki, soleiðis at palliba fær røttu søguna. Øll tøl eru úr búskaparfrágreiðingini fyri 2014. Tó er milliardin eftir tí búskaparfrøðingar og persónligi ráðgevi løgmans pástanda á Facebook og aðrastaðni við.

 

Tilfeingisrenta av hýrum 396

Tilfeingisrenta reiðarar  76

Tilfeingisgjald goldið    70

Tilfeingisgjald í alt                          542

Av hesum er goldið

Goldin skattur av hýrum 141

Partafelagsskattur  33

Tilfeingisgjald goldið  70

Goldið í Alt 244

Munur at gjalda 298

Av hesum manning 255

Av hesum reiðarar  43

Tær 70 miliónirnar blivu goldnar í 2012 og tí havi eg sett tær inn her. Frágreiðingin segði 472 mió. umframt hesar 70. Tilfeingisrenta av hýrum var rokna, tí at hýrur vóru mettar at verða alt ov høgar til ófaglærdar sjómenn. Mett var at kr. 400.000 árliga var rættari. Frágreiðingin gloymdi at taka hædd fyri at flestu skip hava 2 manningar og tí skuldi hýra pr. mann deilast í 2. Tað hevði broytt lutfallið nakað. Síðan samgongan tók við hava teir boða frá, at manningin skal ikki gjalda. Tí ber ikki til at fáa tær 396 milliónirnar í landskassan, sum Búskaparráðið annars roknaði við.

Út frá hesum sæst, at sambært útrokningum hjá Búskaparráðnum kann landskassin bert fáa 43 milliónir meira í landskassan.

Um vit rokna uppá milliardina hjá ávísum Búskaparfrøðingum og ávísum politikarum sær roknistykki soleiðis út.

Tilfeingisrenta 542

Effektivisering í heimaflotanum 341

Tilsamans 883

Reyp 117

Tilfeieingisgjald í alt 1000

Hetta er so tað, tey sum sleppa fram at í KVF siga. Men við at rokna eftir sæst at myndin ikki er so ljósareyð.

Búskaparfrøðiligt reyp 1000

Áður goldið -244

Bara reyp -117

Heit luft heimaflotin -341

Fiskimaðurin góðskrivaður -255

Eftir til reiðarar at gjalda   43

Útrokningin fyri heimaflotan er einki verd og brúki eg ikki tíð uppá at umrøða eina útrokning sum verður gjørd við at flyta tøl og rationaliseringar í nótaflotanum yvir á heimaflotan. Tað gevur onga meining. Harumframt vita øll, sum hava innlit í heimaflotan, at har er als einki at heinta. Kanska besta ár gevur okkurt, men í miðal er tilfeingisrentan negativ.

Nú síggja vit, at líka mikið hvussu vit rokna, so verður tilfeingisrentan 43 milliónir.  Hetta er tað, sum ber til at fáa eyka í landskassan at geva skattalætta við. Tað sum vit annars hava fingið lovað var 20.000 skattafríðar krónur árliga.

Hesar 43 milliónirnar geva hvørjum føroyingi kr. 860,- árliga í skattalætta, jólagávu ella hvussu tað so verður deilt út.

Nú havi eg í øllum førum kvalifisera meg til titulin Ársins ljósasløkkjari.

Eivind Jacobsen

Strendur

P.S. Greitt er, at tilfeingisrentan er ójøvn frá árið til ár. Somuleiðis er greitt, at tilfeingisgjald sum goldið er umvegis uppboðssølu er munandi hægri enn búskaparliga forsvarligt. Og tað er her Winners Curse ger seg galdandi. Tað bleiv diskutera í Klaksvík seinasta ár og váttaðu reiðarar at so er. Somuleiðis vísa egnar útrokningar og samanberingar at boð á uppboðssølu eru munandi hægri enn tilfeingisrentan. Tað er tað skaðiligt fyri landskassan og palliba og eigur ikki at halda áfram.