Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Viðlíkahald av tøkni í tunlum boðið út

Landsverk bjóðar í dag út eftirlit og elektriskt viðlíkahald í seks tunlum í tíðarskeiðinum frá 1. oktober 2017 til 30. september 2020. Freistin at lata inn tilboð er mikudagin 22. september.

Arbeiðið fevnir um Norðskálatunnilin, Leynatunnilin, Hovstunnilin, Leirvíkartunnilin, Kollfjarðartunnillin og Viðareiðistunnilin.

Viðlíkahaldsavtalan er galdandi í trý ár frá 30. september 2020, og bjóðast skal samlað upp á uppgávuna at røkja hetta arbeiðið í øllum seks tunlunum hesi árini.

Fyri at kunna samanbera tilboðini, skulu øll tilboðini verða sett soleiðis upp, at eingin ivi er um, hvat eftirlitið og viðlíkahaldið kosta fyri hvønn einstakan tunnil sær.

Les meira á hesi leinkju:
http://www.landsverk.fo/fo-fo/viðlikahald-av-tunlum-boðið-ut