Home Fólk & Samfelag Fosturtøkurnar fækkaðar stútt síðstu tríati árini

Fosturtøkurnar fækkaðar stútt síðstu tríati árini

by OML

Í 2016 vórðu 26 fosturtøkur framdar í Føroyum. Hetta er ein triðingur av tí, sum var fyri tríati árum síðani. Hóast tølini eru smá og tí kunnu sveiggja nógv frá einum ári til annað, er gongdin greið, har tølini hava verið alsamt minkandi, eisini tá talið av fosturtøkum verður roknað í mun til talið av livandi føddum.

Í 1980-unum var talið av fosturtøkum um 80 árliga. Í 1990-unum minkaði tað niður um 60, um aldarskiftið niður um 50, í nullunum niður móti 40 og hesi síðstu árini niður um 30.

Nú er eisini talið av kvinnum í burðarførum aldri broytt nógv hesi árini, eins og føðitalið. Men eisini tá vit rokna í mun til kvinnutalið og føðitalið, er gongdin tann sama, eins og myndin niðanfyri vísir.


Minkingin er í teim meira tilkomnu aldursbólkunum
Umframt fallið í fosturtøkutíttleikanum er eisini hend ein broyting í aldursbýtinum av teimum kvinnum, sum fáa framt fosturtøku. Fram til 1990-ini var títtleikin rættiliga javnur í aldursbólkum heilt frá 20-24 ár og fram til 40 ár, størstur millum 25 og 39 ár.

Hetta broyttist nógv frá nullunum, sum vit síggja í myndini niðanfyri, at títtleikin øktist í unga aldursbólkinum 20-24 ár, har hann nú er størstur, meðan tað hevur verið stórt fall í títtleikanum í øllum aldursbólkum oman fyri 20-24 ár.

 

Í Norðurlondum er fosturtøkutíttleikin nógv lægstur í Føroyum
Um vit rokna talið av fosturtøkum í mun til talið av livandi føddum fyri at kunna samanbera við onnur lond, síggja vit, at í Norðurlondum er títtleikin nógv lægstur í Føroyum, t.d. 39 fosturtøkur pr. 1000 livandi fødd í Føroyum, men 264 fosturtøkur í Danmark pr. 1000 livandi fødd, altso um sjey ferðir so nógv.

 

Fosturtøkutíttleikin lægstur og føðitíttleikin hægstur í Føroyum
Tað kann vera vert at leggja til merkis, at vit hava ikki einans nógv tann lægsta títtleikan av fosturtøkum í Føroyum av øllum Norðurlondum, men harumframt eisini tann størsta títtleikan av livandi føddum, so sum myndin niðanfyri vísir: til samanberingar fær ein kvinna í burðarførum aldri í Føroyum í miðal 2,6 børn, meðan ein kvinna í Danmark fær 1,8 børn og í Noregi 1,7 børn, roknað eftir føðitíttleikanum sum hann var í 2016 hjá øllum kvinnualdursbólkum frá 15 til 49 ár.

Kelda til upplýsingarnar hjá Hagstovuni um fosturtøkur eru Heilsuverk Føroya og Landslæknin.
Dagførd og útgreinað hagtøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.