Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Arbeiðsloysið 1,3% í Norðoyggjum – 6,5% í Suðuroy

Nógv størst er arbeiðsloysið í Suðuroy. Ein orsøk er uttan iva eldsbrunin á uppsjóvarvirkinum Varðanum Pelagic tann 9. juni, har virkið brendi niður. víðari sigur Hagstovan at størsta arbeiðsloysi hjá kvinnum í Føroyum eru hjá teimum 25-34 ár gomlu og minst hjá monnum yvir 45 ár

Í juli var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 2,5%. Eftir kyni var tað 2,0 hjá monnum og 2,9% hjá kvinnum. Í juli fjør var arbeiðsloysið 3,2% og er síðani minkað niður í tað lægsta í mai við 2,2%. Í juni og juli er tað so aftur farið eitt vet uppaftur. Í tali var fulltíðararbeiðsloysið 693 persónar í juli í ár, tað eru  217 færri enn í juli í fjør.


Myndin omanfyri vísir gongdina í arbeiðsloysinum síðstu tólv árini, eins og munin millum talið av skrásettum arbeiðsleysum persónum, persónar umroknaðir til fulltíð, og árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum. Aftast í hesi grein er ein lýsing av hesum hugtøkum.

Í talvuni niðanfyri er arbeiðsloysið fyri alt landið, menn og kvinnur, lýst mánað fyri mánað, frá juli 2016 til juli 2017, bæði í tali av fulltíðararbeiðsleysum persónum og í % av arbeiðsfjøldini.


Munurin millum kynini í arbeiðsloysi minkaður 
Samstundis sum arbeiðsloysið er nógv minkað síðstu árini, minkaði eisini munurin í arbeiðsloysi millum kynini, sum sæst á myndini niðanfyri. T.d. vóru 100 færri menn arbeiðsleysir í juli í ár, samanborið við juli 2016 og 111 færri kvinnur.

 

Størst arbeiðsloysi hjá kvinnum 25-34 ár – minst hjá monnum yvir 45 ár
Minsta arbeiðsloysið er hjá monnum og kvinnum yvir 45 ár, men serliga lágt hjá monnunum í hesum aldri við 1,7%. Størst er arbeiðsloysið hjá teim 25-34 ára gomlu, harav serliga hjá ungu kvinnunum í tí aldursbólkinum við 5,5%, eisini hjá monnum er tað hægst í hesum aldursbólkinum. Ein lutfalsliga stórur partur av teimum eru skrásett sum arbeiðsleys eftir forsorgarlógini.

 

Minst arbeiðsloysi í Norðoyggjum, nógv størst í Suðuroy 
Stórur munur er á arbeiðsloysinum í ymisku sýslunum:
– Minst er tað í Norðoyða og Eysturoyar sýslum við ávikavist 1,3% og 1,4%.
– Síðani millum 1,7 og 2,0% Vága, Sandoyar og Norðstreymoyar sýslum við 1,7-2,0%.
– Nakað størri í Suðurstreymi við 2,7%.
– Nógv størst er arbeiðsloysið í Suðuroy við 6,5%, ávikavist 6,8% hjá kvinnum og 6,2% hjá monnum.Ein orsøk er uttan iva eldsbrunin á uppsjóvarvirkinum Varðanum Pelagic tann 9. juni, har virkið brendi niður.

Nógv lægsta arbeiðsloysið yvirhøvur er hjá monnum í Norðoya sýslu, har tað bert er 0,6%. Hetta sæst av myndini niðanfyri.


Um árstíðarjavning
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.

Trý mát: rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulltíð, og árstíðarjavnað
Í uppgerðini hjá Hagstovuni eru íroknað skrásett arbeiðsleys hjá ALS og hjá Almannastovuni.
– Hetta eru tey, sum eru rakt av arbeiðsloysi, og her telja øll líka, líka mikið hvussu lítið ella nógv tey eru arbeiðsleys í tíðarskeiðinum.
– Út frá skrásetta talinum av arbeiðsloysistímum verða tey í ALS umroknað til fulltíðararbeiðsleys, t.v.s. arbeiðsleys allar 40 tímarnar í vikuni. Tey, sum ikki eru í ALS men fáa arbeiðsloysisveiting frá Almannastovuni, eru øll roknað sum fulltíðararbeiðsleys.
– Síðan verður eisini roknað eitt árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum (sí meir um árstíðarjavning niðast í greinini).

Dagførdu arbeiðsloysistølini eru nú tøk í hagtalsgrunninum við fleiri útgreinaðum upplýsingum her.