Fyrra hálvár í ár var samlaði útflutningurin 4,2 mia. kr. Tað eru 319 mió. kr. meir enn sama tíðarskeið í fjør.
Tað er meira útflutt av sild og makreli, meðan tað er minni útflutt av svartkjafti. Samlað fyri hesi fiskasløg er útflutningurin vaksin í virði og minkaður í nøgd.
Útflutningurin av laksi er farin upp um 2 mia. fyrra hálvár. Tað er ein vøkstur uppá 25% í mun til í fjør. Í nøgd er vøksturin 12%.
Fyri botnfiskasløgini tosk, hýsu og upsa síggja vit eina lítla minking, bæði í virði og nøgd. Tað er minking í útflutningsvirðinum av øllum trimum fiskasløgum, millum 2 og 4%, meðan tað er ein vøkstur í nøgd í útflutninginum av upsa.
Størsta minkingin í nøgd er í bólkinum annar fiskur. Nøgdin minkar 65%, meðan virðið minkar 4%. Her er talan um minking í bíligum fiskasløgum, meðan tað er vøkstur í dýrari fiskasløgum.
Dagførd og útgreinað hagtøl um útflutningin eru at finna í hagtalsgrunninum her.