Nú mugu allar góðar kreftir setast inn fyri at fáa sett í starv fastar kommunulæknar í Norður økinum.
Tað ber ikki til at brúka eina ørgrynnu av peningi til læknar sum eru konsulentar og arbeiða her í nakrar fáar vikur fyri síðani at fara víðari í okkurt annað vikarstarv til høga løn.
Saman mugu vit finna loysnir soleiðis at vit fáa gjørt skipanir sum gera at kommunulæknar vilja starvast fast í Føroyum.
Óli M. Lassen, býráðslimur og ábyrgdarstjóri á 24.fo