Hetta vísir einaferð enn at køvandi hondin úr Tórshavn ikki tolir at vit hava sjálvstøðugar og vælvirkandi eindir í okkar økjum – alt skal stýrast úr høvuðsstaðnum tí tað er so gott og fínt og tey eru so klók. Útsagnir sum at savna vitanina á einum stað, effektivisera o.a. eru oftani at hoyra.
Vit vilja hava okkara egnu leiðslur á okkara sjúkrahúsum og meta als ikki at førleikin liggur í høvuðsstaðnum til at menna og stýra okkara vælvirkandi sjúkrahúsið sentralt. Alt sum tey í Havnini nerta við verður meiri kostnaðarmikið, meir byrokratiskt og innefektivt. Tænastustøði til útjaðaran lækkar eisini so við og við. Tí er neyðugt við sterkum sjálvstøðugum eindum.
Tí vilja vit hava okkara egnu leiðslu.
Skulu vit hava eitt vælvirkandi sjúkrahús og skaðastovu fyri norðurøkið so er altavgjerandi at vit hava lokala leiðslu, tí vit vita at hugurin at niðurlaga okkara sjúkrahús er ovurhándsstórur úr háborgunum í Høvuðsstaðnum.
Gott samstarv á sjúkrahúsøkinum
Men sjálvandi skulu tey 3 sjálvstøðugu sjúkrahúsini samstarva og har somu funktiónur eru á sjúkrahúsinum skal sjálvandi verða ein bíðilisti og skulu sjúklingarnir sjálvandi sendast til tað sjúkrahús har tøkur kapasitetur er tilstaðar. Og tað ber heldur ikki til at tey á LS fáa sær serøkir í er knæsett í Klaksvík og so kalla hetta dupultfunktiónir, sum Jákup Petersen greiddi okkum býraðslimum frá fyri nøkrum árum síðani.
Vit blivu lumpa
Onkur spurgdi meg hvat eg helt um nýggja leistin við felags leiðslu, eg nevndi beinanvegin at talan var bara um tíð áðrenn vit fóru at verða lumpa og nú er eingin ivi um, at vit øll hava verið ov góðtrúgvin.
Vit hava eitt sjúkrahús í setur met í nøgdsemiskanningum og vit skulu hava okkara egnu leiðslu á okkara sjúkrahúsið.
Spurningurin er so bara hvat fara Tjóðveldis og javnaðarumboðini at gera í samgonguni. Á fiskivinnuøkinum var so ikki nógv at heinta. Kanska verður politiska handalagið betur nú og virðingin fyri okkum sum liva og virka í fiskivinnuhøvuðsstaðnum í Føroyum og ein av heimsins bestu kommunum.
Óli M. Lassen, býráðslimur