Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Áhugaverd vitjan úr Japan

Jógvan Skorheim, borgarstjóri var 24 august vertur fyri Kazutaka Sangen, borgartjóra í Taiji í Japan og fylgi hansara.

Á ferð síni í Føroyum, sum er komin í lag umvegis Uttanríkis- og vinnumálaráðið, hevur borgarstjórin í Taiji víst Klaksvík stóran áhuga. Á leið 3.200 fólk búgva í Taiji, sum liggur út móti Stillahavinum, og felags fyri býirnar báðar er sterka tilknýtið til sjógvin og fiskivinnu.

Á vitjanini fingu borgarstjórarnir innlit í býirnar og siðvenjurnar hjá hvørjum øðrum, og japansku gestirnir vitjaðu eisini hjá JFK og Christian í Grótinum, har teir fingu innlit í føroyska fiskivinnu.

Býráðið í Taiji hevur lagt uppskot fram um vinarbýarsamstarv millum Klaksvík og japanska býin, og á fundinum millum borgarstjórarnar komu teir inn á felags áhugamál og møguleikarnar fyri samstarvi í framtíðini.

Áðrenn støða kann takast til uppskotið um vinarbýarsamstarv, skal málið viðgerast politiskt og síðan leggjast fyri býráðið til støðutakan.

Á myndini: Kazutaka Sangen, borgarstjóri í Taiji saman við Jógvan Skorheim, borgarstjóra í Klaksvíkar kommunu

Kelda:klaksvik.fo – 25-08-2017