Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Soleiðis verða komandi grundstykkini á Argjum útluta

Savnsmynd 24.fo

Eftir tíðindini um tær 150 nýggju búeindirnar á Argjum, hava nógv fólk vent sær til Snarskivuna við fyrispurningi um, hvussu tey kunnu ogna sær eitt grundstykki í komandi útstykking við Klingrutjørn, vestanfyri Skúlan á Argjahamri.

Kelda: Tórshavnar Kommuna 24. august 2017

Tað er so, at bíðilistarnir til grundstykki í Tórshavnar kommunun verða tiknir av í løtuni, og tey, ið hava rindað depositum, fáa peningin endurgoldnan.

Ístaðin kemur nýggj skipan, har fólk kunnu tekna til luttakast um grundstykki, tá kommunan boðar frá, at nýggj útstykking er á veg.

Útstykkingin við Klingrutjørn verður útlutað eftir hesi skipan. Lýst verður í miðlunum, tá klárt er at melda til, og væntandi verður eitt tíðarskeið á 3-4 vikur sett av til tilmelding.

So mælt verður til, at tey, sum hava áhuga, fylgja við í miðlunum og annars vitja heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu og fylgja okkara Facebooksíðu.