Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Eru toskur og hýsa í ferð við at koma fyri seg aftur?

savnsmynd 24.fo

Magnus Heinason er júst liðugur við yvirlitstrolingina um heystið á føroyska landgrunninum, har 200 føst hál á ein tíma verða tikin á hvørjum ári. Sum kunnugt hevur tað verið søguliga lítið at fáa av toski og hýsu seinastu umleið 12 árini.

Sum nakað nýtt er nøgdin av toski, hýsu og hvítingi nú farin at nærkast tí, sum fyrr var vanligt. Nøgdin av toski skal tó takast við fyrivarni, tí eitt einstakt hál vestan fyri Skúvoy taldi nógv í samlaða úrslitinum. Nøgdin av nebbasild í toskamagum var eisini óvanliga stór í ár.

Onnur fiskasløg vístu tó ikki somu gongd sum fyri tosk og hýsu.

Túrfrágreiðingin sæst við at trýsta her.

 

 Kelda: Havstovan