Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Edmund er sær sjálvum líkur

Tilvildarlig savnsmynd 24.fo

Eg væntaði nú altíð, at okkurt glepsið fór at koma frá Edmund Joensen, løgtingsmanni, nú Stjórnarskipanin enn einaferð er komin á breddan. Hóast Sambandsflokkurin hevur luttikið rættiliga konstruktivt í hesum arbeiði alt frá byrjan av í 1999, so hevur sami flokkur nú ivaleyst av taktiskum orsøkum valt at leggja seg tvøran og vera ímóti øllum frambrotum yvirhøvur.

Tað er so teirra val, men grundgevingarnar eru vónandi frægari enn tær, sum Edmund Joensen gevur til kennar í lesarabrævi nú um dagarnar við heitinum “Javnaðarflokkurin sær sjálvum líkur.” Eitt lesarabræv, sum frá byrjan til enda byggir á eitt álop á Javnaðarflokkin, kryddrað við ósannindum og mistulkingum.

Fyrst nevnir hann yvirtøkur og fastfrysting, sum Javnaðarflokkurin nú fremur saman við Tjóðveldi og Framsókn. Her skal eg stutt viðmerkja, at vit saman við Sambandsflokkinum fastfrysti blokkin undir fyrra ABC-samgonguni.  Harnæst skal eg eisini nevna, at ein tann størsta yvirtøkan í nýggjari tíð somuleiðis varð framd av somu samgongu, nevniliga yvirtøkan av Fólkakirkjuni. Sjálvur haldi eg, at bæði hesi mál eigur Sambandsflokkurin at fáa rós fyri, hóast fyrrverandi formaðurin nú lastar onnur fyri at gera tað sama.

Síðan nevnir Edmund Joensen, at Stjórnarskipanin ikki hevur viðmerkingar til einstøku greinarnar.

Her má so vísa til álitið frá 27. febr. 2010, har ein samd nevnd við tveimum umboðum fyri Sambandsflokkin, nevniliga Helga Abrahamsen og Jaspuri Vang sigur: “Nevndin hevur gjørt av at nýta stuttar, yvirskipaðar orðingar til tess at tryggja, at skipanin verður liðilig og væl egnað at tillaga seg broyttum umstøðum. Hetta er orsøkin til, at viðmerkingar ikki eru til tær einstøku lógargreinarnar. Nevndin metir, at rúmd eigur at vera givin fyri, at tulkingin av teimum einstøku greinunum kann broytast við tíðini.”

Fyri at styrkja sítt argument, nevnir Edmund, at førandi føroyskir advokatar halda tað sama hesum viðvíkjandi. Men viðmerkingarnar frá somu førandi advokatum hava so fingið ein av teimum heilt frægu løgfrøðingunum í landinum at koma við tí stuttu viðmerking, at Sambandsflokkurin átti at kravt samsýningina aftur.

Ikki óvæntað kemur Edmund so við ræðslukampanjuni um, at onnur nú gambla við rættindum føroyinga. Hetta skal ivaleyst skiljast so, sum eisini núverandi formaður Sambandsfloksins hevur verið frammi og sagt, at rættindi, vit í dag eiga í samstarvi við danir, fara at hvørva. Hetta er beinleiðis ósatt, tí als einki verður broytt hesum viðvíkjandi við nýggju Stjórnarskipanini.

Restin av hesum lesarabrævi frá Edmundi er ein ódámlig roynd at karaktermyrða løgmann og formannin í Javnaðarflokkinum, fólkatingsmannin hjá flokkinum og ein blaðstjóra. Tað er so grunt og barnsligt, at tað als ikki eigur at fáa nakra viðmerking, og tað fær tað heldur ikki.

Vit eru nú á einum vegamóti við arbeiðinum við nýggju Stjórnarskipanini, og tað hevði uttan iva tænt bæði uppskotinum og okkum sum tjóð, at vit kjakast og viðgera uppskotið sakligt og virðiligt. Eg ivist heldur ikki í, at við søguni í huga, so verður Sambandsflokkurin besti verji av nýggju Stjórnarskipanini, tá nakað av tí er fráliðin.

Jóannes Eidesgaard

Tilvildarlig savnsmynd Tórshavn – 24.fo