Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Fólksins ogn – fupp og fakta

Eivind Jacobsen

Hetta ummælið av hugtakinum Fólksins ogn lesa vit í álitinum til Fiskivinnunýskipan, sum nevnd við Johnny í Grótinum sum formanni, lat úr hondum 6. oktober 2016.

  1. a) Nevndin mælir til, at orðingin um ogn Føroya fólks verður tikin úr lógartekstinum (Síða 14 punkt 2.1)

  2. b) Ásetingin um ogn Føroya fólks er at líkna við eina politiska yvirlýsing og ikki eina regulerandi áseting. (síða 21, punkt 3.5)

  3. c) Um tulkingina hjá Búskaparráðnum í 2000 av Fólksins ogn stendur: Henda tulking verður ikki stuðlað av lógarviðmerkingunum til lógina um vinnuligan fiskiskap og hevur heldur ikki vunnið undirtøku í løgfrøðiligum avgerðum. (síða 21 punkt 3.5)

Vit hava seinstu árini ofta hoyrt hugtakið Fólksins ogn. Í uppskotinum til Fiskivinnunýskipan, sum nevnd, har Johnny í Grótinum var formaður, lat úr hondum, er rímuliga nógv greitt frá um hugtakið fólksins ogn. Munurin á hesum og tí vit annars hoyra, er at hetta eru løgfrøðingar, sum úttala seg.
Miðlarnir hava gjørt sera lítið við hetta hugtak. Havandi í huga at ávísir búskaparfrøðingar og fleiri politikarar ofta tosa um hetta hugtak, eru manglandi upplýsingin í miðlunum óskiljandi.
Og tá hetta hugtak eisini er við í uppskotinum til fiskivinnu-nýskipan hjá sitandi samgongu, so gerst alt enn meira fløkt.
Vit hava hugt eftir, hvat álitið um Fiskivinnunúskipan sigur um fólksins ogn.
Punkt 2.1 á síðu 14 stendur:

Livandi tilfeingið í føroyskum sjógvi og tey rættindir, Føroyar eiga í altjóða sjógvi og hava samrátt seg til við onnurlond, hava eitt virði fyri føroyska samfelagið. Nevndin metir, at lóggávan eigur beinleiðis at áseta, hvussu hetta virði skal koma føroyska búskapinum og vælferðini hjá tjóðini til góðar.

 

Hetta eigur at verða skipað við beinleiðis regulerandi ásetingum í lóggávuni og ikki við orðingum um ogn Føroya fólks, sum ikki í sjálvum sær staðfesta nakra rættarstøðu ella skyldur sambært lóggávuni.

Nevndin mælir til, at orðingin um ogn Føroya fólks verður tikin úr lógartekstinum, og at endamálið við umsitingini av livandi tilfeinginum heldur verður tikið upp og neyvari lýst í viðmerkingunum til lógina.

 

Í staðin mælir nevndin til, at regulerandi ásetingar verða settar í lóggávuna, har ítøkilig støða verður tikin til, hvussu rætturin at gagnnýta tilfeingið verður skipaður, og hvussu virðið kemur samfelagnum til góðar. Nevndin mælir til, at gildistíðin á brúksrættindunum verður greitt ásett í nýggju fiskivinnulóggávuni.

 

Í álitinum til fiskivinnunýskipan verður eisini lógin frá 1994 umrødd. Tað er har hugtakið Fólksins ogn fyrstu ferð kom at standa í lógini. Í álitunm lesa vit:

 

3.3 Lóg um vinnuligan fiskiskap (síða 20)
Við lóg um vinnuligan fiskiskap frá 1994 varð fyrstu ferð ásett í lóg, at livandi tilfeingið á føroysku landleiðunum og tey rættindir, føroyska heimastýrið við samráðingum hevur rokkið, ella eftir altjóða rætti eigur uttan fyri føroysku landleiðirnar, eru ogn Føroya fólks.

 

Viðmerkingarnar til hesa áseting vóru: “Grundarlagið undir reglunum í lóggávuni er, at livandi tilfeingið í 1977 varð ogn hjá føroysku tjóðini.

 

Dentur verður síðan lagdur á, at nýtslurætturin til hesa ogn verður skipaður eftir tí, sum náttúran tolir, so at komandi ættarlið í Føroyum eisini kunnu liva av sjónum.

 

Lógin byggir á javnvág og samspæl millum lívfrøðilig og búskaparlig sjónarmið til tess at tryggja, at vinnuligi fiskiskapurin kann geva eitt trygt, búskaparligt íkast til føroyska samfelagið og møguleikar fyri arbeiði og inntøku kring landið.”

 

Ein partur av frágreiðingini má sigast at verða ein hvøss viðmerking til frágreiðingina hjá Búskaparráðnum í 2000. Tað verður ítøkiliga víst til hesa. Vit kunnu skoyta uppí at tá var Herman Oskarsson formaður og Jóannes Jacobsen skrivari í Búskaparráðnum. Hesir báðir eru teir, sum saman við ávísum politikarum oftast brúka hugtakið fólksins ogn.

 

Í Fiskivinnu-nýskipanar-álitinum stendur: undir punkt 3.5 frá 4 reglubroti og frameftir:

 

Ásetingin um ogn Føroya fólks í lóg um vinnuligan fiskiskap er meira at líkna við eina politiska yvirlýsing ella endamálsorðing og ikki eina regulerandi áseting.

 

Nevndin mælir til, at bert regulerandi ásetingar verða settar í lógartekst, og at orðingin um ogn Føroya fólks sostatt eigur at verða tikin úr lógartekstinum og heldur tikin upp og neyvari lýst í viðmerkingunum til lógina. Nevndin metir, at orðingin hoyrir ikki heima í sjálvum lógartekstinum. Orðingin kann elva til ivamál, og til at rættarstøðan verður misskilt ella í besta føri skilt ymiskt og kann skapa stríð um, hvør rættarstøðan eigur at vera.

 

Sum dømi um, hvussu orðingin um ogn Føroya fólks hevur verið skilt, kann vísast til frágreiðingina frá Búskaparráðnum á vári í 2000, har tað m.a. stendur soleiðis: “…Í roynd og veru kunnu vit siga, at lógin um vinnuligan fiskiskap skal tulkast soleiðis, at um tað t.d. eru 45 tús. fiskidagar til taks, hevur hvør føroyingur ognarrætt til 1 fiskidag….”1 og “…Út frá ásetingunum í lógini um vinnuligan fiskiskap er nærliggjandi at koma til ta niðurstøðu, at av tí at tilfeingið undir Føroyum er ogn Føroya fólks, má viðkomandi keypa rættindini frá felags kassa Føroya fólks, nevniliga landskassanum…”2

 

Henda tulking verður ikki stuðlað av lógarviðmerkingunum til lógina um vinnuligan fiskiskap og hevur heldur ikki vunnið undirtøku í løgfrøðiligum avgerðum. Hetta hevur m.a. víst seg, tá borgarar hava søkt um sín lutfalsliga part av fiskirættindum grundað á orðingina um ogn Føroya fólks.

 

T.d. søktu tveir borgarar um part av makrelkvotuni fyri 2012. Noktandi svarið frá Fiskimálaráðnum varð kært til Løgtingsins umboðsmann. Løgtingsins umboðsmaður var samdur við Fiskimálaráðnum um, at heimild ikki var at lata kærarunum makrelkvotu, tí teir høvdu einki fiskifar, sum var kravið sambært lóg um vinnuligan fiskiskap.

 

Í staðin fyri at hava orðingar í lógartekstinum um ogn Føroya fólks, mælir nevndin til at seta greiðar, regulerandi ásetingar í lóggávuna, har ein tekur ítøkiliga støðu til, hvussu rætturin at gagnnýta tilfeingið skal skipast. Ásetingar um, hvussu virðið kemur samfelagnum til góðar, um hvør kann bjóða seg fram í føroyskari fiskiveiðu, hvussu ein kann bjóða seg fram, greiðar ásetingar um gildistíð á nýtsluloyvum sambært lógini, og hvussu landsstýrismaðurin kann nýta heimildirnar, sum verða latnar honum o.a. Hervið verður tryggjað, at endamálið verður rokkið, og at
rættarstøðan er greið.

 

Hetta er úr álitinum til fiskivinnu-nýskipan. Vónandi kunnu miðlar hyggja nærri at hesum. Tað sum her stendur samsvarar eisini við tað táverðandi politikarar hava sagt um orðingina frá 1994.

 

Vinarliga

 

Eivind Jacobsen

Strendur