Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Márghøll á veg til Vágs

Arbeiði við at gera fundamentini klár til stóru marghøllina inni á Oyrunum í Vági, gongur sum ætlað, og sjálv høllin er nú á veg til Vágs.

Sjálv høllin, sum er frá finsku Best-Hall verksmiðjuni, er nú á veg til Vágs. Høllin var í vikuni pakka niður í trailarar og teir 14 trailararnir eru nú á ferð til Føroyar.

Marghøllin á Oyrunum í Vági verður størsta ítróttarhøll í Føroyum, tí høllin er 50 m breið og 75 m long. Hetta skrivar sudurras.fo

Vit á 24.fo vilja ynskja teimum tillukku við verkætlanini. Hetta sera stórt frambrot fyri oynna og ítróttin sum heild, og ikki minst at íðka fótbólt alt árið.