Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Fólkavøkstur í sama lag – men nú er ferðin størri uttan fyri høvuðsstaðin

Fólkatalið var 50.451 tann 1. august. Tað vaks við 732 fólkum frá 1. august 2016 til 1. august 2017. Hetta kemur av stórari nettotilflyting á 455 persónar. Størsti fólkavøkstur uttan fyri Tórshavnarøkið. Hetta skrivar Hagstovan á heimasíðuni.

Fólkatalið var 50.451 tann 1. august. Tað vaks við 732 fólkum ella 1,5% í 12-mánaðarskeiðinum 1. august 2016 – 1. august 2017. Hetta kemur av stórari nettotilflyting á 455, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting, og av einum burðaravlopi á 277, ið er munurin millum fødd og deyð. Burðaravlopið er tað størsta síðani 2007, og nettotilflytingin hevur ongantíð verið størri, undantikið 2001, tá fleiri fluttu heimaftur aftaná stóru kreppuna fyrru helvt í 1990-unum. Og undantikið árini 2000 og 2001 hevur árligi fólkavøksturin ongantíð verið størri í tali enn nú.

Størsti fólkavøkstur uttan fyri Tórshavnarøkið

Tað mesta av tíðini, síðani fólkavøksturin tók dik á seg fyri einum trimum árum síðani, var hann av tí mesta í Tórshavnarøkinum. Nú sæst, at tað er ikki sama ferð á fólkavøkstrinum í høvuðsstaðnum, sum aðrastaðni í landinum. Nú eigur Tórshavnarøkið ein triðing av fólkavøkstrinum og hinir tveir triðingarnir eru uttan fyri høvuðsstaðin. Fyri einum ári síðani var tað øvugt.

Fyri alt landið er gongdin framhaldandi, at stórliga veksandi nettotilflytingin og varliga veksandi burðaravlopið gevur stóran vøkstur í fólkatalinum, sum sæst í grafisku talmyndini niðanfyri.

Serliga minkað fráflyting, men eisini økt tilflyting og stórt burðaravlop skapa stóra fólkavøksturin
Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur serliga av flytingini, har fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tað hevur verið ein vøkstur í tilflytingini. Men samstundis hevur eisini burðaravlopið ment seg nakað aftur, eftir at tað fyri nøkrum fáum árum síðani minkaði ár fyri ár..

Vit skulu heilt aftur til 1983 fyri at finna so lágt tal fyri fráflyting, sum tey 1.157, ið fluttu av landinum hetta 12-mánaðarskeiðið. Verður fráflytingin roknað í mun til fólkatalið, finna vit als ikki so lágt tal fyri fráflyting í hagtalsgrunninum, ið gongur aftur til 1970. Eisini tilflytingin er vaksin og er tann størsta síðani 2002.

Samanbera vit við tey ringu árini 2010-12, so er árliga fráflytingin nú næstan 600 fólk minni og tilflytingin knappliga 300 størri – og tí ein negativ nettofráflyting á eini 400 vend til eina positiva nettotilflyting á eini 450 eftir einum ári.

 

Á leið sama tal av kvinnum og monnum í fólkavøkstrinum

Av vøkstrinum í fólkatalinum á 732 í hesum 12-mánaðarskeiðinum er eitt vet fleiri kvinnur enn menn, 371 samanborið við 361. Meðan deyðatalið er tað sama hjá báðum kynum, er rættiligur munur í føðitalinum, 35 fleiri gentubørn enn dreingjabørn. Í nettotilflytingini er munurin tað øvugta, 27 fleiri menn enn kvinnur. So úrslitið tilsamans verður, at í fólkavøkstrinum hetta 12-mánaðarskeiðið vóru 10 fleiri kvinnur enn menn.


Gongdin í flytingarmynstrinum er sera ójøvn frá einum mánað til annan, men fylgir tó einum rættiliga føstum mynstrið, sum sæst á myndini niðanfyri. Seinastu tvey árini er nú nettotilflyting hjá báðum kynum alt árið uttan í august, ið er tann stóri fráflytimánaðurin. Hetta eru serliga ung fólk, ið fara uttanlands í lestrarørindum. Tó var nettofráflytingin í august í fjør munandi minni enn árini frammanundan.

Juli er tann stóri tilflytimánaðurin, og samanlagt fyri bæði kyn er tilflytingin í juli í ár eins stór og í juli í fjør og fyrra árið. Hinvegin er august tann stóri fráflytimánaðurin, og hann kemur við í næstu uppgerð. Tá fáa vit at síggja, um tann lága fráflytingini, vit nú hava sæð eini trý ár, heldur sær, ella aftur fer at veksa.

 

Fólkavøksturin heldur fram við somu ferð – higartil
Seinastu trý árini hevur sum nevnt verið óvanliga stórur fólkavøkstur. Enn er onki, ið bendir á, at ferðin í fólkavøkstrinum er við at hæsa av, sum sæst av myndini niðanfyri. Nú fólkatalið er komið upp á 50.451 fyri 1. august, er væntandi, at tað minkar aftur eini 150 fram til 1. september, um gongdin verður nøkulunda sum undanfarnu 2-3 árini. Men har sæst eisini, at eftir afturstigið í august, verður væntandi vøkstur aftur næstu mánaðirnar, heilt fram til næsta heyst.

 

Tórshavnarøkið tekur nú ein nógv minni part av fólkavøkstrinum

Fólkatalið vaks í øllum høvuðsøkjum í 12-mánaðarskeiðinum 1. august 2016 – 1. august 2017. Í tali var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 233 fólkum, svarandi til 1,2%. Men merkisvert er, at vøksturin var næstan líka stórur í Eysturoyar sýslu við 206 fólkum.

Meira áhugavert er, at verður hugt eftir lutfalsliga ella prosentvísa vøkstrinum, er hann størstur í Vága sýslu við 2,1%, síðani í Eysturoyar sýslu við 1,9%, á triðja plássið í Streymoyar sýslu uttan Tórshavnarøkið við 1,6%, á fjórða plássið kemur Norðoya sýsla við 1,5%, á fimta plássi Sandoyar sýsla við 1,4%, og so á sætta plássið Tórshavnarøkið við 1,2% og ikki langt aftan fyri Suðuroyar sýsla við 1,0%.

Av fólkavøkstrimum hetta 12-mánaðarskeiðið á 732 tekur Tórshavnarøkið 233 ella 32%. Samanbera vit við undanfarna 12-mánaðarskeiðið, altso 1. aug. 2015 – 1. aug. 2016, so var fólkavøksturin á 588, men Tórshavnarøkið tók tá 386 av hesum ella heili 66%.

Nú tekur Tórshavnarøkið sostatt ein nógv minni part av fólkavøkstrinum enn fyri einum ári síðani. Lutfalsliga er parturin hjá Tórshavnarøkinum minkaður úr tveimum triðingum niður í ein, og hinvegin hava økini uttan fyri høvuðsstaðin økt um sín part av fólkavøkstrinum úr einum upp í tveir triðingar.
Vøkstur í 21 kommunum – minkar í 8

Fólkatalið veksur í 21 kommunum og minkar í 8 kommunum. Nógv størsti vøksturin í tali er í Tórshavnar kommunu við 282 fólkum, ið er 39% av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Men her skal minnast til, at í Tórshavnar kommunu búgva 42% av fólkinum, so kommunan fær ein minni part av fólkavøkstrinum enn restin av landinum tilsamans.

Av størri kommununum var annars størsti vøkstur í Klaksvíkar kommunu við 83 fólkum ella 1,7%, nakað oman fyri landsmiðal á 1,5%. Lutfalsliga í prosent var vøksturin enn størri í eysturoyarkommununum, í Sjóvar kommunu við 5% og Fuglfjarðar og Eystur kommunu við 2,9% hvør.

Í Suðuroy er munandi minking í Hvalbiar kommunu og Hovs kommunu, men vøksturin í hinum kommunum, serliga í Tvøroyrar, Sumbiar og Vágs kommunum, dregur alla oynna upp á ein hampiliga stóran vøkstur á 1% – tann størsta í 15 ár.

Av øðrum kommunum er minking í Hvalbiar, Hovs, Sands, Vestmanna, Nes, Fámjins og Húsavíkar kommunum.


Vøkstur í størru oyggjunum, misjøvn gongd í útoyggjum 

Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum.

Í nøkrum útoyggjum veksur fólkatalið, serstakliga nógv í Hestoy við 8 fólkum, svarandi til 47%. Í nøkrum halda tey tørn ella veksa eitt lítið sindur, sum í Nólsoy, Fugloy, Mykinesi og Stóra Dímun – men tað eru sera smá tøl, ið ofta skifta ymiskan veg, eins og nú sæst í lítlu minkingini í Svínoy.

Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.