Home VinnutíðindiFiskivinna Hýsan tykist vera komin fyri seg á Føroyabanka

Hýsan tykist vera komin fyri seg á Føroyabanka

by OML

Magnus Heinason er júst liðugur við yvirlitstrolingina á Føroyabanka í september, har 28 hál vóru tikin. Nøgdin av hýsu er nú komin upp á sama støði, sum fyrr var vanligt. Nógv var til av smáari hýsu og tí kann væntast, at nøgdin í vekt fer at økjast komandi árið, so hvørt sum hýsan veksur. Hetta skrivar Havstovan.

Tað var eisini nakað av smáum toski at fáa, men samlaða toskanøgdin í vekt var framvegis sera lítil í mun til tað, sum fyrr var vanligt. Hetta var eitt sindur óvæntað, við tað at toskur og hýsa plaga at fylgjast í nøgd ár fyri ár. Tað verður spennandi at vita, hvat yvirlitstrolingarnar komandi ár vísa.

Les túrfrágreiðingina við at trýsta her.

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.