Stóra landsinnsavningin hjá Reyða Krossi verður leygardagin 16. september 2017
Eisini ber til at stuðla hjálpararbeiðinum við at flyta peningin inn á konto í peningastovnunum.
Hesi eru konto nr. okkara í føroysku peningastovnunum:
- Bank Nordik: 6460 4946954
- Betri: 9181 4950013
- Norðoyar Sparikassi: 9865 1003776
- Suðuroyar Sparikassi: 9870 4051387
Reyði Krossur Føroya
Reyði Krossur er heimsins størsti hjálparfelagsskapur. Vit hjálpa í gerandisdegnum og tá stór vanlukka er. Frá fyrstahjálparkassanum í bilinum til kríggj hinumegin jørðina.
Vit leggja dent á alheims hjálpararbeiði okkara og sosialu íløgu okkara í Føroyum. Vit eyðmerkja tey, ið eru mest viðkvom og tryggja at virki okkara er miðvíst teimum.