Home VinnutíðindiAlivinna Samhandil og vinnuframi á skránni í Moskva

Samhandil og vinnuframi á skránni í Moskva

by OML

Hesa vikuna er Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum á arbeiðsferð í Russlandi.

Mánadagin 11. september hevði landsstýrismaðurin fund í Moskva við umboð fyri russiska uttanríkisráðið. Á skránni fyri fundin vóru handilsambondini millum Føroyar og Russland og føroyska ynskið um handilssáttmála við Evro-Asiatiska Búskaparsamveldið (EABS), har Russland er leiðandi limalandið. Umframt Russland eru Hvítarussland, Kasakstan, Kirgistan og Armenia limir í EABS. Ein fríhandilssáttmáli við EABS krevur, at øll limalondini taka undir við hesum. Á fundinum greiddi landsstýrismaðurin eisini frá fjórða útbjóðingarumfarið eftir kolvetni í føroysku undirgrundini og fólkaatkvøðuna um Stjórnarskipan Føroya.

Í gjár 12. september hevði landsstýrismaðurin fund við ovastu leiðslu í russiska vinnuhúsinum, Russian Chamber of Commerce and Industry. Á fundinum kunnaði landsstýrismaðurin um føroyskt vinnulív og møguleikarnar fyri øktum samstarvi og samhandli millum Føroyar og Russland. Russland er størsti marknaðurin fyri føroyskar fiskavørur, og áhugin fyri Føroyum í Russlandi er vaksandi.

“Russiski marknaðurin hevur stóran týdning fyri okkara útflutning og búskap. Tí er neyðugt við best møguligum marknaðartreytum, og málið er tí ein fríhandilssáttmáli,” sigur Poul Michelsen. “Ein fríhandilssáttmáli við Russland og EABS er drúgv og umfatandi tilgongd, og tí er neyðugt við einum miðvísum arbeiði og áhaldandi samskifti við myndugleikarnar í Russlandi og EABS londunum.”

Í gjár vitjaði landsstýrismaðurin eisini stóru altjóða matvørumessuna World Food Moscow, har fleiri føroyskar fyritøkur luttaka. Landsstýrismaðurin luttók eisini og bar fram røðu á móttøku, ið sendistovan og føroysku fyritøkurnar skipaðu fyri. Fyritøkurnar eru Bakkafrost, Marine Harvest, Hiddenfjord, Landshandilin, Varðin Pelagic og Pelagos. Russisku samstarvsfelagar teirra, ið tóku lut á móttøkuni standa fyri 85 prosent av øllum innflutningi at fiskavørum til Russlands. Endamálið við móttøkuni var at geva føroyskum og russiskum vinnulívi høvi at hittast og knýta tættari sambond. Russiskt vinnulív var væl umboðað og á móttøkuni luttóku eisini umboð fyri russiskar og føroyskar myndugleikar.

Sí: Røða hjá landsstýrismanninum.

(Myndatekstur:Vladimir Padalko, varaforseti í Russian Chamber of Commerce and Industry og Poul Michelsen.)


(Johnny Thomsen, tulkur og Poul Michelsen.)

Tíðindabræv

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.