Home VinnutíðindiFiskivinna Spurningar til Eilif Gaard

Spurningar til Eilif Gaard

by OML

Eilif Gaard var í fjølmiðlunum 01 08 og 20-08-2017

Og so at siga, tosaði bert um ov nógvar fiskidagar og ovurfisking,

Har hann tosar um at veiði trýsti er ov høgt og natúran hevur eitt sindur at siga, men ongin veit nakað um at teir, hava tikið náttúruna við í teirra arbeiði

Øll vita, at natúran hevur veri ímóti okkum, tey seinastu 8-10 árini, tað sæst bæði á sjófugli og fiski.

Fólk sum hava áhuga fyri fiskaríið. Vita onki um, at tit hava brúkt natúr viðurskiftini, tá tit koma við tykkara tilmælum til fiskidagarnir.

Tað er ofta skrivað um fiskaloysi tey seinastu 400 árini. Serliga í 1600 talinum var ongin fiskur sjálv um ongin ovurfisking var.

Seinastu trolararnir vóru á Føroya banka í 1986, seinastu línuskip vóru har í 2006, og tá var nógvur toskur og hýsa at fáa.

Síðani hevur bert Magnus Heinason og onkur hendinga útróðrarbátur verið har.

Um ongin toskurin er á Føroya Banka nú, so er tað bert Havstovuni at takka fyri

Kanningar vísa at útblakingin, í miðal er 10 % av øllum fiski í heiminum, við fiskidagaskipani er 0 útblaking

Fiskimenn og reiðarar hava ikki álit á yvirlits trolingunum hjá Magnus Heinason,

fyri at betra um álitið, hevði verið gott um onkur trolari og línubátur hevði fingið loyvi at gjørt onkrar yvirlitstrolingar. Onkutíð fast toskur bert við húki og aðrar tíðir bert við trolið, tað hevði givið eina rættari stovns meting, t.d. á F.B.

Fyri ikki at yvirfiska gulllaksa stovnin, kom Havstovan mitt í 90inum við mest tilráddu veiðu. MTV sum bleiv ásett til 21.000 T

Árini 2008 – 09 – 10 og 2011 lá Gulllaksa veiðan ímillum 18.700 og 19.700 tons.

Í 2014 bleiv økið, har tann størsti gulllaksurin var og  mest var at fáa á.

Havstovan skrivar.

  1. Aug. 2012

 

  • Gulllaksur MSC-góðkendur

 

 Vinnan, sum fiskar gulllaks undir Føroyum, hevur í mong ár arbeitt miðvíst við ætlanini um, at hesin fiskiskapur skuldi góðkennast sum verandi burðardyggur. Havstovan hevur verið við í hesum arbeiði og millum annað gjørt eina stovnsmeting av gulllaksi. Hetta fyrimyndarliga samstarvið millum vinnuna og Havstovuna hevur nú ført við sær, at fiskiskapurin eftir gulllaksi í føroyskum sjógvi nú hevur fingið MSC-góðkenning. Góðkenningin gevur vinnuni møguleika at selja gulllaksavørður til betri prís enn frammanundan, og væntandi kemur hetta at verða eitt økt fíggjarligt íkast hjá vinnuni.

 MSC-góðkenningin av gulllaksi er eitt dømi um, at tað loysir seg at fara væl um fiskastovnarnar, og at tað gevur besta úrslitið sum frálíður. Tí er alneyðugt, at varða um gulllaksin í framtíðini, soleiðis at ein slík góðkenning ikki gleppur okkum føroyingum av hondum. Vónandi verður hendan MSC-góðkenningin ein íblástur hjá øðrum pørtum av føroysku fiskivinnuni.

                                           

Nú hendur so nakað løgi.

Í 2013 fær Havstovan loyvi at seta kvotur á.

kvotan fyri 2014 bleiv ásett til 16.000 tons

í 2015 minkaði kvotan so til 14.400 T

kvotan fyri 2016 bleiv bert 13.000 T  

Kvotan fyri 2017 var 11.700 tons og er longu uppfiskað í ár.

Tá ið Havstovan ikki so frætt sum lurtar eftir ICES. Men bara skerjir fyri at friða ein burðar dyggan fiskastovn.

Toskurin tekur ikki húk nú. Men trolbátarnir, sum sleppa eitt sindur inn á toskaleiðirnar, og hava fingið nógvan tosk, tey seinastu 2 árini, tað eru tey seinastu prógvini sum fiskimenn hava, um at toskurin er komin aftur.

Í Kanada, New Foundlandi, og øllum Norður Evropa, er toska veiðan minka síðani kvota er komin á, við undantakið av Norra og Russlandi.

 

https://youtu.be/v-nBpIyjidc?t=17

Tá føðin minkar, etur fiskur alt fyri at yvirliva, tað er nattúrins gongd.

Her sæst at stórur toskur, etur smærri tosk, sum er púra feskur og ikki hevur ligið leingi í maganum og sum nokk eisini hevur etið toskamurt. Um fleiri 1.000 toskar eta 2-3 smærri fiskar um dagin, og teir eisini etir nakrar toskamurtar,  so minkar stovnurin skjótt. Sild sum etur rogn, kemur inn á okkara grunnar aftaná gýting, Makrelur sum etur yngul kemur inn á grunnarnar um heysti.

  1. Kann tú nevna nøkur dømir, um at tit hyggja eftir, natúr umstøðunum í stovns metingunum ?
  2. Hví var fiskaloysi so ofta í 17. 18. 19indi øld ?
  3. Hví er so nógv minni av fiski, á Føroya banka nú ?
  4. Hvussu kann mann fáa líka nógvan fisk uppá land nú, tá ið so fáir fiskidagar eru brúktur og nógv fleiri leiðir stongdar ?

5.Hví minkar sjófuglurin altíð, tá ið fiskaríið minkar ?

  1. Hvussu vilja tit fora útblaking ?

 

  1. Hvat grundgeving hevur Havstovan,  at nokta fyri at onnur skip kunnu fáa loyvi til nakrar yvirlits  trolingar. ?

Um kvotur koma á, fer Havstovan at minka kvoturnar á øllum botnfiski, uppá sama máta sum við gulllaksinum ?

9.Hví skerja tit kvoturnar á einum MSC góðkendum burðardyggum gulllaksastovni  ?

10.Hvussu ætla tit at gera fyri at fáa meira fisk við kvotum ?

  1. Hvussu nógv rokna fiskifrøðingar, við verður etið burtur úr toskastovninum, tá ið lítið av føði er ?

Dagatalið er møguliga nakað villleiðandi, tí onkrir dagar eru keyptir av línuskipum, frá útróðrarbátum

 

  1. Stongt fyri allari veiðu Alt árið  

Trolbann alt árið  C. D. F. G. H. I 3. J 3. K. L. T. O.

Tíðaravmarkað loyvið við troli.  a. Stongt frá31 mai  til 1.september

  1. stongt 20 januar til 1. mars    E.stongt 1. februar til 31. mars Í kassa E. Er ein minni kassi sum er stongdur alt árið.

Grønu kassarnir eru friðaðir. Har eru korallir.

Afturat hesum køssum, eru nógvir kassar aðrir stongdir, í styttri ella longri tíðarskeið. Fyri línu. Gørnum og snellu.

Tað eru allar tær, vanligu toskaleiðirnar stongdar, fyri troli og nógvar eisini fyri línu.

Og nógv úti í kantinum, har sum trolararnir fiskaðu nógvan upsa í fyrr.

Onkur portalur legg kanska allar stongdu kassarnar út.

Her er eitt kort yvir, nakrar teimum, stongdu leiðirnar

 

 

 

 

 

So at gagnnýta okkara fiskatilfeingi og at fáa sama fiskaríi, sum fyrr, verður trupult, við øllum skerðinginum, sum hava verði av økjum, flota og fiskidøgum.

 

Vónandi, kann Eilif Gaard ella onkur annar á Havstovuni, svara uppá spurningarnar.

                         Vestmanna 18 09 2017

                                Eyðun Hansen

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.