Home Tíðindir Útflutningurin vaks 480 mió. kr. og innflutningurin 460 mió.

Útflutningurin vaks 480 mió. kr. og innflutningurin 460 mió.

by OML

Fyrstu sjey mánaðir í ár var útflutningurin 4,890 mia. kr. . Innflutningurin var 4,145 mia. kr. Sostatt var avlop á handilsjavnanum við 745 mió. kr. higartil í ár.

Fyrstu sjey mánaðir í ár var útflutningurin 4,890 mia. kr. Tað  477 mió. kr. meir enn sama tíðarskeið í fjør og svarar til ein vøkstur á 11%. Samstundis var innflutningurin 4,145 mia. kr., tað eru 462 mió. kr. ella 13% meir enn í fjør. Hetta tíðarskeiðið var sostatt avlop á handilsjavnanum við 745 mió. kr. higartil í ár, samanborið við 730 mió. í fjør.

Fiskaútflutningurin vaks 15% í virði men minkaði 15% í nøgd

97% av øllum vøruútflutninginum vóru fiskavørur fyrstu sjey mánaðir í ár, og var hesin útflutningurin 613 mió. kr. størri enn í fjør, svarandi til ein vøkstur á 15%.

Størsti vøksturin er av aldum laksi og uppsjóvarsløgunum makreli og sild.

Í nøgd var fiskavøruútflutningurin 248 túsund tons, ein minking á 43 túsund tons ella 15%.

Innflutningurin av brennievni vaks við yvir 50%  

Vit hava innflutt fyri 462 mió. kr. meiri teir fyrstu 7 mánaðarnir í ár, samanborið við í fjør. Tað er ein vøkstur á 13%. Tá skip og flogfør ikki verða tald við, er vøksturin 11%.


Nógv størsti vøksturin við 186 mió. kr. ella heili 51% er av brennievni, og er tað bæði prís- og nøgdarbroytingar, sum eru orsøkin til tað. Eisini er tað innflutt munandi meira av bilum. Har er vøksturin 31% ella 76 mió. kr.

Til beinleiðis húsarhaldsnýtslu er vøksturin 7%. Har er tað serliga tær hálvdrúgvu (t.d. klæðir) og drúgvu (t.d. búnýti) nýtsluvørurnar, sum vit hava keypt meiri av.

Innflutningurin av tilfari til byggivinnuna og av maskinum og amboðum er minkaður higartil í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Her kann viðmerkjast at innflutningurin av hesum vørum var óvanliga høgur í fjør, so hóast tað minkar í ár, er framvegis talan um, at innflutningurin av byggitilfari og maskinum og amboðum er høgur, samanborið við árini frammanundan.

Dagførd og útgreinað hagtøl um útflutningin og innflutningin eru at finna í hagtalsgrunninum her.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.