Góða veðrið hjálpir arbeiðsgongdini við nýggju bátabrúgvarnar, sum nú veruliga byrja at taka skap. Bátar eru nú komnir at liggja fyribils við nýggju brúgvarnar fyri at fáa alt at ganga upp.
Norðasta brúgvin við skapi sum eitt Y, og ein av sunnaru brúgvunum eru so gott sum klárar, og longu nú liggja nógvir bátar við nýggj pláss. Hetta er tó ein fyribilsloysn, tí bátar noyðast sjálvsagt at flytast frá gomlu plássunum, so hvørt, sum gomlu brúgvarnar verða skiftar út við nýggjar.
Nýggju brúgvarnar føra eisini fleiri nýggj bátapláss við sær, og hesi verða útlutaði av nýggjum, áðrenn brúgvarnar verða handaðar kommununi.
Arbeiðið gongur framvegis skjótt og væl, og nýggju bátabrúgvarnar verða eftir ætlan klárar at taka í nýtslu innanfyri heilt fáar vikur.