Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Fleiri stórir starvsdagar í reinhaldinum

Jørmund Olsen og Finnbogi Johannesen hava havt 30 ára starvsdag. Jens Petur Poulsen og Janus Jensen hava havt 20 ára starvsdag. Niklas Danielsen, sum hevur myndað Snarliðið seinastu 10 árini, hevur havt seinasta arbeiðsdag og fekk serliga gávu frá Tórshavnar kommunu.

Annika Olsen, borgarstjóri, tók ímóti á Ráðhúsinum í morgun at heiðra teir fimm omanfyri nevndu. Hon nevndi, at teir allir meira ella minni eru kendar býarmyndir. Felags fyri allar er teirra avbera stóra trúfesti ímóti teirra arbeiðsplássi.

– Tað er ein veldigur fyrimunur fyri kommununa at hava so álítandi og áhaldnar menn í føstum starvi, segði Annika Olsen, sum síðan kom eitt sindur nærri inn á arbeiðsøkini hjá teimum fimm.

– Eg kann so fegnast um, at tykkara stóra trúfesti bara kann merkja, at Tórshavnar Kommuna er eitt gott arbeiðspláss. Tí annars høvdu tit ikki støðast so væl.

– Trúfesti og áhaldni í starvinum hevur so ómetaligan stóra týdning fyri Tórshavnar kommunu. Hetta, at vit vita, at okkara býur og alt, sum fær býin at virka, er í tryggum, dugnaligum og vælvandnum hondum, segði Annika Olsen m.a. í røðu síni í morgun.