Viðvíkjandi rentu, sum landið skal rinda fyri lán
1. Hvat er rentan, sum landið skal rinda fyrilánsbrøvini, sum vóru útskrivað í 2016?
2. Hvat er rentan, sum landið skal rinda fyri norskaláni og lánsbrøvini, sum eru útskrivað í ár?
3. Hvat heldur landsstýrimaðurin um, at fyrstalániátaki hjá Landsbankanum kostaðilandskassanum eyka rentu?
Viðmerkingar:
Landsbankin var í 2013 avtikin og veruligilandsbankin, Gjaldsstovan, yvirtók lánifíggingina hjálandinum. Síðan tá er rentan, sum landi skal rinda av sínum lánum, minka á hvørjum árið. Lánsbrøv á uml. 1 milliard eru útskrivað á hvørjum árið, rentan er lækka á hvørjum ári og lægstu rentu fekk landskassinfyri lánsbrøvini, sum vóru útskrivað í fjørð.
Nú er Landsbankin endurstovnaður og hevuryvirtikið lánifígging hjá landskassanum. Ein av fyrstu avgerðinum var, at broyta hvussu landið skulufáa síni lán. Frammanundan var alt útskrivað í lánsbrøvum, men í ár, valdi landsbankin, viðvælsignilsi frá Kristinu Háfoss, landsstýrismanni, fyrst at taka eitt vanligt lán úr Norra til eina hægrirentu. Sagt var, at hetta var fyri at kunnu fáa lánsbrøvfyri eina lægri rentu. Her verður spurt, hvat hendi viðrentini.
At Búskaparráðið og danski Nationalbankin ávararum ovurnýtslina hjá almennu Føroyum, meðanLandsbankin og nýggja Vágaráðið hjálandsstýriskvinnuni eru kvirr, ger støðuna meirórógvandi.
Tórshavn, 26. september 2017
Jørgen Niclasen,
løgtingsmaður