Størsti trupulleikin við ov stórari uppboðssølu er, at allur dentur verður lagdur á at fáa mest møguligt burturúr fyrsta liði, veiðiliðnum, meðan alt ov lítil dentur verður lagdur á at fáa samlaðu virðisskapanina í allari fiskivinnuni so stóra sum gjørligt. Fiskavirkingin og søluliðið verða gloymd í eini uppboðssølu. hettar skrivar kendi búðskaparfrøðingurin Magni Laksáfoss ið eisini er løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin og næstformaður í Sambandsflokkinum.
kelda: samband.fo 27. september 2017
Tá vit skulu meta um virðið av eini uppboðssølu er størsti feilurin vit kunnu gera, einans at fokusera uppá veiðiliðið í fiskivinnuni og gloyma at hyggja eftir samlaðu heildini.
Uppboðssøla: ovstórt fokus á veiðiliði
Ein uppboðssøla av veiðirættindum setir alt fokusið á veiðiliðið, við tað, at reiðaríini vilja bjóða so høgt tey kunnu fyri fáa hendur á rættindunum og harvið verður allur dentur lagdur á fáa fiskin effektivt upp úr sjónum, meðan alt ov lítil dentur verður lagdur á at meirvirka fiskin og harvið fáa mest møguligt burturúr samlaðu virðisketuni.
Ein stór uppboðssøla vil skapa ótryggleika um rættindini til fiskin og harvið til grundarlagið til virksemið hjá bæði skipum og virkjum.
Fyritreytin fyri góðari góðsku og meirvirking av fiskinum er, at vinnan hevur hóskiligt avlop til at fremja nýhugsan og til at gera neyðugar íløgur.
Fyritreytin fyri at hava tryggar langtíðaravtalur um veiting av fiskavørum til keyparar úti í heimi er, at framleiðarin hevur ræðið á rávøruni í tí tíðarskeiðinum, sum avtalan fevnir um.
Ein uppboðssøla við stutttíðar rættindum vil bæði taka avlopið burtur og taka grundarlagið undir langtíðaravtalum burtur.
Uppboðssølan vil harvið ikki vera samfelagsgagnlig, tí hon minkar um samlaða virksemið í samfelagnum og minkar um útflutningsvirðið hjá Føroyum.
Fiskivinnan má hava avlop
Ofta verður sagt, at uppboðssølan er magiska amboðið, sum júst tekur tað rætta gjaldið frá vinnuni, soleiðis at vinnan verður optimerað og tað almenna fær sín rætta part.
Tað kann tykjast torført at skilja hvønn part av fiskivinnuni tað almenna hevur rætt til og hvat aktørarnir í fiskivinnuni eiga rætt til.
Búskaparfrøðin skilir millum fýra ymisk sløg av avlopum í fiskivinnuni.
1. Normal-avkastið – vanligi profitturin, ið ein vinna skal hava
2. Intramarginal-renta – eitt dugnaligheitsavlop, ið eitt einstakt virki fær fyri at duga betur enn onnur virki í somu vinnugrein
3. Monopol-renta – eitt avlop, ið stavar frá at almenna lóggávan skapar eina monopol-líknandi støðu í fiskivinnuni
4. Tilfeingisrenta – stavar frá virðinum á tilfeinginum, í hesum føri fiskinum í havinum
Ein vælvirkandi fiskivinna, eins og t.d. pelagiska vinnan, hevur øll fýra sløgini av avlopi.
Av teimum 4 omanfyri nevndu avlopum, eru tað 1. og 2. skapt av fyritøkunum, tað 3. er skapt av almennu lóggávuni og tað 4. er skapt av náttúruni, sum vit øll eiga.
Tí eiga fyritøkurnar og sjófólkið fullan rætt til normalavkastið og intramarginalu rentuna, meðan tað almenna eigur fullan rætt til monopolrentuna og tilfeingisrentuna.
Trupulleikin er at áseta rætt gjald, soleiðis at virðini verða býtt rættvíst millum vinnu og tað almenna.
Her pástanda summi, at ein uppboðssøla av veiðirættindum vil tryggja, at rætta gjaldið verður ásett, tí reiðarar og fiskimenn vilja aldrin bjóða meiri enn so, at normalavkastið og dugnaligheitsavlopið verða verandi í vinnuni.
Her er tað, at tað lekur millum teori og praksis, tí royndirnar hava víst okkum, at hetta als ikki er soleiðis í veruleikanum. Her kunnu vit vísa á bæði royndirnar frá uppboðssølunum ið longu hava verið og frá úrslitinum í fiskiflotanum síðan 1985, at øll tekin eru um, at vinnan bjóðar allan profittin inn í uppboðssøluna fyri at fáa hendur á rættindunum. Tvs. við uppboðssøluni missir vinnan normalavkastið og intramarginala profitttin, sum hon annars eigur at hava.
Hervið tømir vinnan seg sjálva fyri arbeiðskapitalin, sum er alneyðugur fyri at gera neyðugu íløgurnar til endurnýggjan av fiskiflotanum og til at gera íløgur í meirvirking á landi.
Trygg rættindi, meirvirking og samfelagsgagn
Fiskivinnan er í dag í flestu londum rundan um okkum eins og í Føroyum, samlað við vertikalari integratión, har fiskifør og virkir eru samlað í eindir við somu eigarum.
Hetta ger tað møguligt at seta góðskustýringina í hásæti heilt frá tí, at fiskurin kemur upp úr sjónum, til hann verður seldur av landinum. Harnæst er møguligt at leggja framleiðsluna væl til rættis, soleiðis at virkini og fiskiførini kunnu avtala nær fiskurin skal fiskast, fyri at virkini kunnu leggja sítt virksemi optimalt til rættis.
At enda kann søluliðið gera góðar langtíðaravtalur við keypararnar úti í heimi, tá bæði leveransa og góðska eru rímiliga trygg gjøgnum góða stýring av framleiðsluni.
Fyritreytin fyri at hetta skal lata seg gera, er at vinnan hevur møguleika fyri at leggja samlaða virksemið til rættis, tvs. stýra framleiðsluflowinum í allari virðisketuni.
Hetta merkir, at trygg rættindi til at fiska ávísar nøgdir av fiski og skilagóð tilrættalegging av framleiðsluni eru við til at geva størri inntøkur til føroyska samfelagið burturúr somu nøgdini av fiski.
Hetta merkir ikki, at øll skip og øll virkir í Føroyum skulu samlast í vertikalari integratión, tí hetta kann skapa eina ov stirvna skipan, har eingin kapping er millum aktørarnar á marknaðinum. Men royndir úr bæði Føroyum og øðrum londum vísa okkum, at vertikal integratión er ein skilagóður máti at tryggja góða virðisskapan.
Ein hóskilig uppboðssøla er góð
Hóast ein ov stór uppboðssøla er skaðilig, merkir hetta ikki, at man als ikki skal hava eina uppboðssølu.
Í USA hevur man ávísa uppboðssølu, uml. 10%, í summari fiskivinnu fyri, at fiskivinnan skal kunna keypa og selja ávísan part av rættindunum og harvið leggja virksemið betur til rættis.
Summi fiskifør kunnu hava trupulleikar av, at einhvør kvota av einum fiskaslagi ikki kann fiskast upp uttan at hava einhvørja kvotu av øðrum fiskaslagi, tí fiskiskapurin er blandaður. T.d. kann hýsukvotan ikki fiskast upp, tí toskur er uppíblandaður í fiskiskapinum. Við at hava ávísa uppboðssølu kann reiðaríið keypa ella selja rættindi og harvið tryggja, at samsvar er millum kvoturnar.
Somuleiðis kann eitt skip hava trupulleikar eitt árið, t.d. við maskinarínum, og tískil hava brúk fyri at selja kvotur til annað reiðarí, sum møguliga hevur avlopsorku.
Ein ávís uppboðssøla kann sostatt brúkast til at tryggja samsvar millum tørv og rættindi.
Í dag verður hetta samsvar tryggjað við, at reiðaríini gera sínámillum avtalur, men hetta kann eins væl skipast á almennum marknaði.
Ein uppboðssøla eigur sostatt ikki at hava fokus á at taka tilfeingisgjaldið inn frá vinnuni, men heldur á at tryggja, at fiskivinnan kann leggja sítt virksemi smidliga til rættis.
Tilfeingisgjald heldur enn uppboðssøla
Ein nógv betur loysn, enn ein stór uppboðssøla av stutttíðarrættindum, er at áseta eitt tilfeingisgjald, sum tekur tað úr vinnuni, ið tað almenna eigur at fáa, men sum letur vinnuna hava tað eftir, sum vinnan eigur at hava.
Hetta er tann loysnin, sum Sambandsflokkurin setti fram í sínum uppskoti frá november 2016.
Øll nýggj rættindi skulu sjálvsagt bjóðast út sum langtíðarrættindi, soleiðis at eingin politisk útluting eigur at fara fram. Hetta er eisini partur av uppskoti Sambandsfloksins.
Samgongan eigur at lurta eftir Sambandsflokkinum og leggja seg eftir at fáa skilagóðar loysnir fyri vinnuna og fyri samfelagið.
Magni Laksáfoss
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin og næstformaður í Sambandsflokkinum