Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Allur bati bøtir men skaði hóttir framvegis

M/B KLAKKUR - Mynd: 24.FO

Hóast týðiligar batar í upplegginum til nýskipan av fiskivinnuni, spøkir framvegis ógreiði um hugtøk í tí ætlaðu lógini — eitt nú eru ásetingarnar um miðsavnan av fiskirættindum illa defineraðar og tí torførar at fyrihalda seg til.

So kom uppskotið til lóg um “fyrisiting av sjófeingi” endiliga á tingborð, og broytingarnar tað vil innibera fyri føroyska fiskivinnu, og harvið alt samfelagið, kunnu gerast sera umfatandi — kanska meira enn nakar ímyndar sær.

Búi Tyril, Master útbúgving frá Robert Gordon University, Aberdeen (MSc Corporate Communication & Public Affairs).

Lógaruppskotið, lagt fram til 1. viðgerð tann 14. september, ber boð um eina víðfevnandi umskipan av verandi lóg um vinnuligan fiskiskap. Tað positiva, heilt stutt, er at fiskimálaráðharrin, íroknað Landsstýrið sum hann er partur av, við hesum vísir dirvi til at koma við nøkrum sum eingin annar hevur váðað sær, í einum umfangi sum alt annað enn smæðist burtur. Um hetta sum heild røkkur til dygdargott lógarsmíð, er ein annar spurningur.

Her skulu vit so hyggja at nøkrum avbjóðingum í samanhanginum, úr einum sjónarhorni ið tekur støði í meginreglum um organisatoriskt samskifti og almenn mál. Lat okkum staðfesta beinanvegin at politiskt kann talan ikki hava verið um nakra lætta uppgávu — fleiri royndir hava verið gjørdar tey seinnu árini at fyrireika eina tilgongd, men ikki fyrr enn á hesum sinni er eitt lógaruppskot komið undir land við endamáli at endurnýggja karmarnar um fiskivinnuna.
Tíðarpress er ein táttur í tilgongdini sum neyvan hevur gjørt arbeiðið við uppskotinum lættari. Var nakað av hesum pressi óneyðugt? Helst — lógarlig heimild er nevniliga fyri at leingja verandi skipan í tvey ár um neyðugt (og hví skuldi Løgtingið partú siga upp øll loyvir í 2007 við virknað frá 1. januar 2017 fyri tað um eitt sindur av øsing var um okkurt skipakeyp)? Neyðugt ja, út frá einum samskiftis sjónarmiði. Hví, hvussu tá? Jú, og hetta havi eg víst á ferð eftir ferð — tað er heilt grundleggjandi í einari tilgongd sum inniber týðandi og umfatandi broytingar í livikorum hjá fyritøkum, familjum og lokalsamfeløgum, at hesi verða virðiliga hoyrd og teirra møguligu stúranir gjølla og ábyrgdarfult umhugsaðar.
So sigur onkur: nei, tað so illa til í praksis, tað verður bara til kegl og tíðarspillu. Har er svarið jú, tað ber væl til at engagera seg við fólk, sjálvt um tey búgva uttan fyri umsitingarbýin; at lurta eftir hvat tey hava at siga um møguligar avleiðingar av hugsaðum tiltøkum er ikki bert ein skylda men ein fyritreyt, um ætlanin er at eydnast við tí nýskipan sum farast skal undir.
Men hvat um man frá politiskari síðu heldur vil leggja dent á at fáa hesar umfatandi ætlanir gjøgnumførdar, uttan mun til lokal harmaljóð og ávaringar frá vinnufeløgum?
Les meira: http://www.fiskivinnan.com/2017/09/allur-bati-btir-men-nogv-meira-krevst.html#more