Tað var undarligt at lurta eftir tíðindunum á døgurða í dag, har Kringvarpið upp í saman endurtók, at semjan við Sjálvstýri kostaði 21 mió., sum eru játtaåar til Klaksvíkar Sjúkrahús. Her burdi Kringvarpið endurgivið alla samrøðuna við meg, sum bleiv bandað til endamálið, ella átti man í minsta lagi tryggjað sær, at niðurklipta útgávan var umboðandi fyri allan samanhangin. Men so var ikki, tíverri. Máti skal vera við, hvussu skeivt ein kann verða endurgivnan.
Sjálvstýri hevur gjørt semju við samgonguna um eina fíggjarlóg, ið skal tryggja virksemi kring alt landið. Tað gongur eisini týðiliga fram í uppskotinum, sum umframt íløgu í Klaksvíkar Sjúkrahús eisini tryggjar íløgur og virksemi í Eysturoynni, Suðuroynni, Vágum, Sandoynni og ikki minst í Miðstaðarøkinum. Hetta fíggjarlógaruppskotið umboðar Føroyar betri, enn vit hava verið von við seinastu árini og tað er tað, sum hevur havt størst týdning fyri okkum.
Tað hevði klætt Kringvarpinum at endurgivið rætt og samanhangandi, heldur enn at skeikla veruliga samanhangin í vinklinginini. Tað er júst tað, almenna Kringvarpið er sett í heimin til – at upplýsa og geva røttu myndina.
Sjálvstýri hevur við hesum brotið upp úr nýggjum við at gera eina semju, har vit hava brúkt okkara mandat til at skapa menning í øllum landinum. Vit royna at byggja brúgvar, taka ábyrgd og finna semjur, sum eru øllum landinum til gagns. Tað átti at verið søgan.
Vónandi verður hetta rættað.
Jógvan Skorheim
Formaður í Sjálvstýri