Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Jú sanniliga eru vit stúrin

Fjølmiðlaráðgevin hjá Fiskimannafelagnum og tinglimur hjá Tjóðveldi Ingolf S. Olsen biður í miðlunum okkum í reka fiskivinnu ikki óttast, men skilur hann ikki lagnustundina hjá fiskimonnunum og reiðarunum.

Tað eru tíður í lívinum har neyðugt er at viðganga, at tað eins leiðari og hansara umsiting og samgongan hava gjørt er eitt makkverk, ið ikki hoyrir heima í lóggevandi tinginum í okkara landi.

Í uppskotinum til nýggja Fiskivinnuskipan eru so nógvir ósvaraðir spurningar og ivamál, og ikki minst viðurskiftir,  í heilt víst fara at gera tað enn truplari hjá teimum í dag hava lægst lønsemið og lægst hýru til manning og mennan af framhaldnadi rakstri.

Vit kunnu staðfesta at vinnan var hildin uttanfyri alla tilgongd, tá arbeiði við fiskivinnunýskipanini byrjaði. Eftir hetta hava bæði høgur og lágur, lærdur og ólærdur sáðblað Fyskivinnunýskipanar uppskotið niður. Teoretiska fundamenti undir uppskotinum er ikki eksisterandi. Hetta er lummaull og fleiri professarar runt um í heimunum hava kolldømt uppusølupartin o.a. . Tað er flovisligt at fólk kunnu bera tílíkt inn í okkara løgting. Tíð tænir tað ongum endamálið her at viðgera tað nærri.

Hendan sokallaða nýskipan er ein háðan móti øllum fakfeløgum innan fiskivinnuna og vinnufeløgum í hesum landi. Tit tosa um at fleiri nýggj vinnulívsfólk skulu inn í vinnuna, tit skilja als ikki, at tað er ómøguligt hjá privatpersónum at koma inn í eina vinnu uttan 10 tals milliónir – um talan er um flak- ella uppisjóðarvinnuna. Og áhugin at koma inn í heimaflotan er ikki eksisterandi.

Meðan tit tosa,  so kann eg vísa á,  at bara inna línuvinnuna hevur førdi politikkurin ført til at 10 skip / “reiðaríðir” eru vek.  Rikin úr fiskivinnuni. Innan trolaraflotan er lítið frægari. Flestu av feløgum í enn eru í vinnu eru fíggjarliga styrkt við privatum vinnukapitali og harvið partvís broyttum eigaraviðurskiftum eisini.

Rutt Vang tosaði í Løgtinginum um at vit fóru at fáa A og B reiðaríðir

Eg gjørdist sera skakkur av hesum, tí so vítt eg veit,  so hava vit í dag bæði A B og ikki minst C reiðaríðir í Føroyum í dag. Og tað verður munandi verri,  tá tit koma við anti-trust, uppusølu, og økiskvotum v.m. . Longu nú hava tit víst eina totala vanvirðing fyri fleiri vinnurekandi. Tit tosa bara um góðu gongdina í fiskivinnuni, men fakta er, at øll tann vanliga fiskivinnan í var juvelurin í hesum samfelag er í smildri.

Var nakað skil á eini fiskivinnunýskipan, so var fokus á hvussu vit fáa lønsemið í heimaflotan. Alt annað er hjáputur og byggir á tóma luft.

Eg havi áður víst á, hvussu nógv fólk eru farin úr flaka- og fiskivinnuni seinastu árini.  At vísa á tøl, roknskapargreiningar og fakta er ein býður í Ruslandi. Jákup Sólstein sáli segði stundum, ” at der udelades alt håb” tá tosa var um politisku skipanina og fiskivinnuna.

Meðan limirnir hjá Jan Højgaard alsamt fækkast, putlast tit við at reka enn fleiri úr vinnuni. Hetta einans fyri at flokkarnir: tjóðveldi og javnaðurin skulu gera eitt toluligt val í høvuðstaðarøkinum.

Í 2009-2010 tá kreppa valdaði fóru vit frá Meginfelag útróðrarmanna Aðunn Konraðsson, Fiskimannafelagnum Jan Højgaard, Viberg Sørensen frá Reiðarafelagnum og vit frá Felagnum Línuskip og bóðu um kreppuhjálp. Vit bóðu um áleið 18 milliónir í 1 ár til øll feløg í róku vinnuligan fiskiskap við línu og snellu.  Vit fingu noktandi svar eftir at vit høvdu bíða í mánaðir og eisini rykt eftir svarið. Í 2010 segði Havstovan at tað skuldi steðgast at fiskast eftir toski og hýsu. Samstundis sum hetta hendir fara tit og býta út nýggj rættindir til so ymisk vinnufeløg so sum skip í flakavinnu, rækjuvinnu og feløg í reka fiskiskap í stillahavinum og so til feløg í serliga veiða upsa undir Føroyum.  Í dag hava tit av nýggjum rættindum lætið út umleið eina milliard krónur til hesi feløg frá 2010 til 2017 og samstundis kemur umsiting og politikarar til tað niðurstøðu,  at tey feløg í eru um at kollapsa og sum serliga veiða tosk og hýsu ikki hava rætt til nakað sum helst.   Hvar stendur at nøkur ávís feløg ella persónar ikki hava rætt til fyribils og avmarka rættindi ?

Tit tosa vítt og breitt um at peningur má ikki fara úr fiskivinnini, men tað einasta tit gera er at drena kapital úr fiskivinnuni.  Tit vilja gera ein reform fyri at legitimera tøming av yvirskotskapitali í fiskivinnuni.  Og ikki fyri at geva vinnuni betri karmar.

Hvør hevur fingið og hvør vil geva

Eg og Høgni hava gingið á RUC  og havi eg í longri tíð hugsa nógv um hvør fær og hvør gevur. Eg kann staðfesta at vit hava keypt kvotur og dagar fyri nógvar milliónir krónur. Eisini kann eg staðfesta, at eftir at vit í 2006 stovnaðu felag har eg var høvuðspartaeigari hava vit frá 2006 og rokni eg við at vit við ársenda 2017 so hava vit havt ein umsetning omanfyri 200 milliónir krónur. Keypt vørur og tænastur fyri 80 milliónir krónur og omanfyri 100 milliónir í hýrum og lønum. Hartil beinleiðis lønir í flakavinnuni uppá einar 50 milliónir krónur. Tað vil siga, at í gjøgnum 12 ár hevur okkara felag skapt 150 milliónir í hýrum og lønum í flakavinnuni og við tænastum vit hava keypt,  so eru hýrur og lønir,  vørur og tænastur tilsamans 230 milliónir krónur í teimum fyrstu liðunum,  hartil koma fíggjarkostnaðir o.a.

Um politikararnir vendu argumentatiónini, so kundu teir kanska komið til,  at okkara felag hevur givið til samfelagið heldur enn at siga, at vit hava fingið so nógv.  Eg kann eisini nevna at okkara vinnuvirksemi stavar frá 1993 og longri afturi í tíðini eisini. Tað er vert at nevna at Reiðarafelagið hevur  sagt, at teir vilja gjalda tilfeingisgjald. Hví so at vevja alt í ein ellubita fyri at onkur nýggjur skal koma í vinnuna.

Hava vit sum eru í vinnuni so lítlan rætt til at verða í vinnuni ? Nú mugu tit klárna hvussu í himmalsins navni skulu vit kunna bjóða á uppusølu ? Men aftur til RUC vit hava fingið allar okkara útbúgvingar ókeypis SU – ferðastuðul, danskt skattafrádrátt, boligsikring v.m.

Komi at hugsa um faðir mín sum fór til skips heilt ungur og so uppá skiparaskúla har teir eisini skuldi gjalda alt sjálvir. Hansara virksemið gjøgnum eini 40 ár hevur skapt nógv virksemið og hýru og lønargjaldingar um landið. Men Løgmaður sigur, at tað er odiøst tá reiðarar fara úr fiskivinnuni og taka pening úr vinnuni. Hevur tann unga generatiónin ikki skilt at peningur mest sum altíð fer úr vinnum tá vinnulívsmenn velja at selja, tað verið seg partabrøv, fiskiloyvið ella hvat man nú velur at gera. Eg rokni ikki við at eg fáa míni partabrøv aftur 14 falda.

Vit mugu koma vek frá hesum at reiðara bara taka pening úr vinnuni. Eg kundi skriva nógvar greinar og bøkur um menn sum fóru til skips sum 14 ára gamlir og hava rikið vinnuvirksemi og átt skip og sum í dag sita heima og hava mist skip, men teir sóu ein stoltleika at koma soleiðis úr vinnuni, har teir royndu av øllum alvi at fáa goldið allar kreditorar. Vit tykkara reformi verða so eingir vanligir nýggjir reiðara og fleiri av verðandi reiðarum fara eisini úr vinnuni tað liggur púra fast. Hinvegin so er púra vist at tað verða fleiri strámenn som koma at mynda tey nýggju feløg sum tit so fegninr ynskja. Eitt er púra vist tað er at fakfeløgini fara at vikna, hýrurnar til manning verða hartil verri og sannlýkt er eisini at talan kan verða um at tað verða eldri vánalig skip í koma at fiska við Føroyar. Eitt er púra vist óvissan er kollosal fyri okkum allar í reka fiskivinnu í dag.

Annars má eg siga, at tað er væl javna nú man hevur klára at útihýst okkum sum eru høvuðsrættindahavara á føroyagrunninum frá nýggjum rættindum ella at skaffa okkum munagóð rættindi við umbýtið við onnur lond.

Vit hava tørv á, at hvørt felag í rekur eitt línuskip fær eini 800 tons av toski og 200 tons av hýsu í part. Og ikki hjáputur 500 ella 1000 tons til øll feløgini.

Skulu vit bara fáa rímuligt lønsemið, so er neyðugt at tað nú eru vit sum standa í fyrstu rekkju tá rættindi skulu fáast til høldar. Er tað so, at man verulig ikki ynskir at vit eru partar av vinnulívinum, so er at gera tað viruligt og keypa okkum úr vinnuni. Tað er løgið at ein liberalur flokkur stendur modell til, at vit hava mist 100 dagar hvørt felag og so tá vit keypa dagar og kvotur, so skal tað eisini rykkjast undan okkum. Eitt er vist, tað var ikki tað sum lá í kortunum, tá valt var at siga øll rættindi upp í 2018. Hava tit hugsa um hvat politikarar søgdu tá ?

Tann søgan í dag verður fortald um okkara fiskivinnu minnir mest av øllum um fake news.

Tí er mín áheitan á politisku skipanina um at gloyma hatta kloddateppi onkur hevur lappa saman og fara í eina virðiliga dialog við vinnuna. Tað hevur bæði politiska skipanin og vinnulívið tørv á.

Óli M. Lassen, reiðari