Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Landssjúkrahúsið fær neyðuga peningin

LS Mynd 24.fo - ÓML

EYKAJÁTTAN: Landsstýrið vónar, at Løgtingið fer at avgreiða málið sum eitt skundmál.

Eftir áheitan frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, fer landsstýrið alt fyri eitt at lata løgtinginum eina umbøn um eykajáttan til Landssjúkrahúsið.

 

 

Tað varð avgjørt á landsstýrisfundi fyrrapartin.

“Sjúkrahúsverkið er ein høvuðssúla í okkara vælferðarsamfelag. Eitt dygt og trygt heilsuverk er eitt aðalmál hjá samgonguni, og tá ið játtanin ikki røkkur til vanliga virksemið fyri eina so grundleggjandi tænastu, so mugu vit politikarar sjálvandi tryggja, at virksemið kann halda fram,” sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Landsstýrið vónar, at løgtingið fer at avgreiða málið sum eitt skundmál, soleiðis at virksemið á Landssjúkrahúsinum ikki verður tarnað meira enn neyðugt.

Vegna landsstýrið

Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu – og innlendismálum.