Fyrstu átta mánaðirnar í ár var útflutningurin 5,4 mia. kr. Tað eru 581 mió. kr. ella 12% meir enn sama tíðarskeið í fjør. Innflutningurin var somu mánaðir 4,7 mia. kr. Tað eru 497 mió. kr. ella 12% meir enn í fjør.
Fiskaútflutningurin minkaði í nøgd men vaks í virði
Størsti vøksturin í útflutninginum er av alda laksinum við 420 mió. kr. ella 20%, uppsjóvarsløgunum makreli, sild og svartkjafti við 161 mió. kr ella 24% og av ymiskum fiskaúrdráttum við 96 mió. kr. ella 28%.
Meðan útflutningurin av fiskavørum vaks 16% í virði, so minkaði hann 11% í nøgd. Størsti munur millum gongdina í virði og nøgd var við uppsjóvarfiskinum, sum minkaði 9% í nøgd, men vaks 24% í virði.
Brennievni stóð fyri stórum triðingi av vøkstrinum í innflutninginum
Nógv størsti vøksturin í innflutninginum kom frá brennievni. Fyrstu átta mánaðirnar í ár øktist innflutningurin av brennievni við 177 mió. kr. ella við 40%. Eisini innflutningurin av skipum vaks nógv, úr 213 upp í 341 mió. kr., ein vøkstur á 128 mió. ella 60%. Innflutningurin av akførum heldur fram at veksa, nú við 73 mió. kr. ella við 26%, samanborið við sama tíarskeiði í fjør.
Dagførd og útgreinað hagtøl um útflutningin og innflutningin eru at finna í hagtalsgrunninum her.